BKU fingið heiðursløn

Blákrossungdómur fekk leygardagin eina heiðursløn frá FUR fyri verkætlanina “Liv Lívið”.

Føroya UngdómsRáð (FUR) hevur valt at lata heiðuslønir til tríggjar verkætlanir ella eldsálir. Tær blivu lætnar á landsfundinum hjá FUR leygardagin 25. mars. Við heiðurslønini fekk BKU 5.000 krónur.

 

– “Man verður ógvuligani glaður fyri eina tílíka heiðursløn. Hetta vísir millum annað, at fólk uttanfyri Bláa Kross eisini síggja eitt stórt virði í tí arbeiði, vit gera”, sigur Jóhan Hansen, formaður í BKU.

– “Verkætlanin og heiðuslønin høvdu als ikki verið møgulig, um vit ikki høvdu so nógv røsk sjálvboðin fólk, sum gjørdu eitt stórt arbeiði og eiga størsta partin av heiðuslønini”, sigur Jóhan víðari.

 

BKU er farin í holt við at fyrireika “Liv Lívið” til summarið 2017, har tey aftur vera við á ymsum festivalum. Og tey gleða seg.

 

Um tú ynskir at hoyra meira um verkætlanina, ert tú vælkomin á ungdómsmøti á landsstevnuni í meinigheitshúsinum í Havn leygardagin 1. apríl kl.21.30, har Jóhan kemur at greiða frá verkætlanini.

 

 

Hvat er “Liv Lívið”?

Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláakrossungdómi, sum snýr seg um at liva lívið rúsfrítt.

Setningurin Liv Lívið verður stundum settur í samband við at gera okkurt vilt, óvanligt, stuttligt og yvirhøvur at hava eitt gott lív, og serliga um rúsdrekka ella rúsevni eru íblandað. Í Bláa Krossi ynskja vit tí at vísa á, at ein saktans kann liva lívið uttan at vera ávirkaður, og samstundis hava tað stuttligt og vera við uppá tað.

Hetta vísti BKU á festivalum síðsta summar við eini bingju, har 3-5 fólk vóru klár at taka ímóti vitjandi við turrum klæðum, heitum drekkamunni, sangi og hugnaligum eins og álvarsamum práti; bæði um rúsdrekka ella andaligt prát.

Bingjan var tískil eitt trygt stað við hita, beinasemi og hjálpsemi. Hjálpin hevur m.a. verið at hita køld, løða telefonir og so hava tey eisini havt hjartastartara kláran, um okkurt skuldi gingið heilt galið.

 

Hvat er FUR?

Føroya Ungdómsráð er ein føroyskur felagskapur, sum varð settur á stovn 25. mai 1984, og fevnir um alt barna og ungdómsarbeiði í Føroyum.

 

——————————————————————————

Meira um landsstevnuna: Landsstevna hjá Bláa Krossi

Les um Liv Lívið á heimasíðuni: livlivid.fo

Eldri greinar um Liv Lívið: “Liv Lívið” sera væl eydnað, Blái Krossur við á G! og Blái Krossur á Summarfestivalinum

Meira um FUR: fur.fo