Stuðla Gerst limur
770 700

Upprunin

Upprunan til Bláa Kross finna vit í Sveits, ár 1877. Presturin Louis Lucien Rochat hitti mong, ið vóru bundin av rúsdrekka, og kendi seg kallaðan at byrja eitt hjálpararbeiði millum hesi. Í dag finnur tú Bláa Kross í umleið 40-50 londum, serliga í Evropa og Afrika. 

Louis Lucien Rochat

Byrjar í Føroyum

Blái Krossur Føroya Blái Krossur byrjaði sítt arbeiði í Føroyum tann 18. november í 1904. Blái Krossur Føroya er ein grein av Altjóða Blákrossarbeiðinum (International Federation of Blue Cross, IFBC).

Felagsskapurin virkar út frá fólkakirkjunnar evengeliska-lutherska grundarlagi, har dentur verður lagdur á gleðiboðskapin um Guds kærleika til okkum menniskju, ta kristnu siðalæruna og skyldu okkara at elska hvørt annað, og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Limir í Bláa Krossi Føroya hava valt fullkomið fráhald frá rúsdrekka og rúsevnum, til tess at vísa virðing fyri og samanhald við teimum, ið hava verið ella eru rúsbundin. 

Tú kanst lesa meira um søguna hjá Bláa Krossi Føroya í ritinum niðanfyri, sum varð gjørt, í samband við at arbeiðið hjá felagsskapinum í Føroyum gjørdist 100 ár.

Støðan í dag

Felagsskapurin hevur ment seg sera nógv og hevur í dag umleið 30 lønt og 400 ólønt starvsfólk í felagsskapinum. Lønt starvsfólk arbeiða millum annað við umsiting og fyribyrging, meðan tey óløntu arbeiða sjálvboðið millum annað í handlunum.

Sum virksemið er vaksið, og fleiri deildir, verkætlanir og tilboð eru løgd afturat, er uppsetanin av felagsskapinum eisini blivin ógvuliga fløkt at greiða frá. Niðanfyri sæst eitt grafiskt yvirlit yvir hvussu felagsskapurin er samansettur.

Samansetingin av Bláa Krossi Føroya

– – Blákross ungdómur skipar fyri Liv Lívið

Ein faldari um søguna hjá Bláa Krossi Føroya

Hesin faldarin varð útgivin í 2004 í samband við, at felagsskapurin bleiv 100 ár.