Landsstevna 1. apríl
Ver hjartaliga vælkomin á Landstevnu hjá Bláa Krossi Føroya.
Á skránni er aðalfundur, spennandi fyrilestrar, nátturði, hugnalig kvøldsetan, pitsakvøld fyri ung og sunnudagsskúli.
Aðalfundur
Blái Krossins ovasti myndugleiki er aðalfundurin.
Á aðalfundinum verða m.a. frágreiðingar frá arbeiðinum, broytingaruppskot og framtíðarætlanir løgd fram og landsnevndarlimir valdir, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina av arbeiðinum hjá Bláa Krossi.
Les meira um aðalfundin á: Viðtøkur og reglugerðir
Fyrilestrar
Tað verður norska Frid A. Hansen, sum hevur fyrilestrarnar.
Frid er sálarfrøðingur og serfrøðingur innan kliniska sálarfrøði, og fer at hava tveir fyrilestrar um “Rúsdrekkatruðulleikar hjá foreldrum, sæð við barnsins eygum” og “Skuldarkensla, skomm og tabu”, har høvi verður at seta spurningar.
Sí annars skránna í faldaranum herundir.
Landsstevnan verður 1. apríl 2017 í meinigheitshúsinum í Havn, har tú ert hjartaliga vælkomin.
blaikrossur_landsstevna_mars2017_faldari