Stuðla Gerst limur
770 700

ST heimsmálini fyri burðardyggari menning

Arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya styðjar uppundir heili 6 av 17 ST-heimsmálum. Blái Krossur er ein av størstu og elstu hjálparfelagsskapum í landinum, og hevur arbeitt við samfelags-burðardygd langt áðrenn tey 17 ST-heimsmálini vórðu samtykt.

Í 120 ár hava vit arbeitt fyri fleiri av teimum góðu endamálunum, sum eru partur av ST-heimsmálunum, og tað er tí heilt natúrligt, at vit halda áfram, og eisini styrkja virkesemið, ið styðjar undir tey seks heimsmálini: 1) Einki fátækradømi, 2) Eingin hungur, 3) Góð heilsa og vælferð, 10) Mini ójavni, 12) Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla og 17) Samstørv um heimsmálini.

Heimsmál nr. 1: Einki fátækradømi

Arbeiðið Blái Krossur Føroya ger við bústaðar og viðgerðartilboðnum stuðlar undir stríðnum ímóti fátækradømi hjá monnum, kvinnum og børnum í øllum aldrum. Vit hjálpa m.a fólkum betri at skilja teirra fíggjarstøðu og hjálpa fólkum at fáa arbeiði.

Heimsmál nr. 2: Eingin hungur

Ávis tilboð hjá Bláa Krossi Føroya eru við til at tryggja, at børn og vaksin fáa mat so leingið tey taka brúk av tilboðnum.

Heimsmál nr. 3: Góð heilsa og vælferð – undir hesum: fyribyrging og viðgerð av rúsnýtsluórógv

Ein av kjarnuuppgávunum hjá Bláa Krossi Føroya er og hevur altíð verið, at fyribyrgja misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum, og at hjálpa menniskjum, ið koma illa fyri orsaka av rúsdrekka og rúsevnum.

Heimsmál nr. 10: Minni ójavni

Blái Krossur Føroya stríðist ímóti ójavni við at vera eitt talirør fyri børn, ung, vaksin og familjur í Føroyum. Vit vísa á tørvin hjá teimum vit møta, tosa við mynduleikar og politikkarar í føroyska samfelagnum og við at veita útsettum eina hjálpandi hond.

Heimsmál nr. 12: Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Blái Krossur Føroya hevur 7 endurnýtsluhandlar runt landi; 5 selja klæðir og 2 selja lutir og møblar. Hetta gera vit fyri at styrkja undir einari burðardyggari menning við minni ruski og minni dálking. Fyri at minka um ruksi frá klædnahandlunum hava vit eisini fingið seymistovuna Ný Ný har nýnýtsla er fokusi – tvs. klæðir, ið eru ov illa farin til at selja í handlunum vera nýtt til at seyma nýggj pløgg.

Heimsmál nr. 17: Samstørv um heimsmálini

Blái Krossur Føroya samstarvar við almennu mynduleikarnar, aðrar hjálparfelagsskapir, fyritøkur, kirkjur, samkomur og onnur í samfelagnum fyri at veita fólkum tað hjálp teimum tørvar og at gera okkara part fyri at røkka heimsmálunum.