Blái Krossur á Summarfestivalinum

Eins og á øðrum festivalum og summarstevnum so er BláKrossUngdómur eisini til staðar á Summarfestivalinum við verkætlanini “Liv Lívið”. Vit hava eina flotta bingju og skapa hugna og hjálpa, har tørvur er á tí.

 

Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláa Krossi, sum snýr seg um at liva lívið rúsfrítt. Setningurin “Liv Lívið” verður ofta settur í samband við at gera okkurt vilt, óvanligt, stuttligt og generelt at hava eitt gott lív. Í Bláa Krossi vilja vit vísa á, at tú eisini kanst “liva lívið” uttan at drekka ella taka rúsevnir, at tú saktans kanst hava tað stuttligt og vera við uppá tað uttan rúsin. Samstundis vilja vit upplýsa um ymsar vandar og vansar við at rúsa seg.
Bingjan er karmur um okkara arbeiði á summarfestivalinum. Har ber til at fáa eitt prát, ein kaffimunn, tað verður sungið saman, og tað er hugnaligt – alt uttan rúsdrekka ella rúsevnir. Har kann ein eisini vera uttan at kenna eitt bólkatrýst til at drekka ella nýta rúsevnir.
Eisini hava vit eina heimasíðu www.livlivid.fo, har tað er ein quiz’ur um rúsdrekka og rúsevnir, og har upplýst verður um vandan við hesum. Ein ungdómsligur stuttfilmur og aðrir upplýsingar eru eisni.

Í bingjuni hevur Blái Krossur eisini ein hjartastartara, og fleiri av hjálparfólkunum í hesari verkætlanini hava tikið eitt fyrstuhjálparskeið, so tey eisini kunnu hjálpa, um tørvur er á tí.

Vitja síðuna www.livlivid.fo

(myndin er frá G!)