Stuðla Gerst limur
770 700

Ávegishúsið

Ávegishúsið er ein fyribils bústaður til tín, sum hevur sosialar trupulleikar og brúk fyri stuðli til til dømis at finna fótafesti í einari nýggjari lívsstøðu ella at verða verandi rúsfríur aftaná viðgerð. Ávegishúsið virkar eisini sum ein útslúsing fyri búgvandi, sum eru í endanum av síni viðgerð og ávegis víðari út í lívið.

Málbólkur

Ávegishúsið er eitt rúsfrítt búðtilboð fyri kvinnur og menn eldri enn 18 ár. Tilboðið er til fólk, ið hava tørv á stuðli til at halda seg rúsfrí og at menna sína tilveru til størri sjálvbjargni. 

Aloftast hava fólk, ið taka av tilboðnum, verið í viðgerð fyri rúsnýstsluórógv, eru heimleys, sosialt útsett, eru sosialt illa fyri ella ynskja sær stuðul at verða rúsfrí. Eisini kunnu tey hava tørv á sunnum og góðum relatiónum, hava ymsar sosialar trupuleikar, hava tvísinnaða tilveru ella hava tørv á hjálp til at fóta sær í gerandisdegnum. Tað er tó ikki eitt krav at hava ella hava havt rúsnýstluórógv fyri at kunna fáa hjálp.

Endamálið við uppihaldinum í Ávegishúsinum er, at borgarin fær ein góðan og tryggan bústað, so tilveran gerst meira støðug. Málið er altíð at menna brúkaran til eitt sjálvstøðugt lív í samfelagnum. Í Ávegishúsinum er pláss fyri tíggju búðfólkum og búðtilboðið varðir vanliga í seks mánaðir, men kann leingjast eftir tørvi hjá tí einstakað.

ARBEIÐSÆTLAN – FRÁ UMSORGANARHEIMI TIL ÁVEGISHÚS

Síðstu árini eru stórar broytingar gjørdar í Lynggøta 12 har Ávegishúsið er. Vit hava miðvíst arbeitt móti at bliva eitt ávegishús, og húsreglurnar eru broyttar til eitt rúsfrítt umhvørvi og bústaðartilboð.

Av tí at rúsað og rúsfrí búfólk hava búð saman í Lynggøtu 12, so hava við sæð, at vit ikki megna til fulnar at stuðla og hjálpa teimum, sum ynskja at vera rúsfrí. Vit hava tí broytt heimið til at vera rúsfrítt og hava tilvitað arbeitt við at stuðla og hjálpa tí einstaka, ið veruliga ynskir at verða verandi rúsfríur.

Eftir at mannagongdirnar eru broyttir, hava vit sæð stór framstig hjá búfólkunum, og gerandisdagurin er betur skipaður, løgreglan er ikki líka ofta á gátt, og inni er meira heimligt og friðarligt. Soleiðis sum tað eigur at vera í einum heimi – og ávegisheimi.

Gerandisdagurin

Ein gerandisdagur í Ávegishúsinum verður skipaður saman við hvørjum einstøkum búfólki. Vit virða og taka støði í tí, sum persónurin megnar. Síðani verður ein virkisætlan gjørd í samráð við tann einstaka.

Vit stuðla tí einstaka og eggja til at taka ábyrgd fyri egnum lívi, at luttaka í felagsskapinum í húsinum og úti í samfelagnum. Vit vegleiða eisini búfólkinum at leita sær hjálp hjá lækna, at handfara heiligvág og stuðla tí einstaka at skipa hesi viðurskiftini. Eisini veita vit vegleiðing at seta seg í samband við sosialráðgeva og onnur starvsfólk í almanna- og heilsuverkinum.

Vit byrja altíð har, ið hvør einstakur persónur er í lívinum og hyggja eftir hesum menningarmøguleikunum í felag. Tá hugsa vit bæði um tann einstaka persónin og at menna tey sosialu sambondini við vinfólk og familju, har hetta er gjørligt.

Ein møgulig fylgja av langari rúsmisnýtslu er avbjóðingar at skipa gerandisdagin og samdøgrið sum heild. Her veita starvsfólk grundleggjandi hjálp at endurmenna hesar førleikarnar, har fortíðin hevur lagað tað soleiðis, at nærum ongi skipað viðurskifti vóru á nøkrum øki.
Um eitt búfólk hevur verið í rúsviðgerð, so hevur viðkomandi møguleika at luttaka í eftirviðgerð, sum er skipað í bólkum.

Her fekk eg akkurát hjálpina, eg hevði brúk fyri. Nú havi eg eitt lív, eg eri glaður fyri. Eg havi eitt heim og eitt arbeiði, og so geri eg ymiskt, ið eg eri glaður fyri.

– Maður, 47 ár

Eg hevði ikki klárað meg sjálvur. Hetta var akkurát tað eg hevði brúk fyri og í dag klári eg at hava ein vanligan dagligdag.

– Maður, 62 ár

Varandi bústaður

Tá viðurskiftini hjá einum búfólki hava lagað seg soleiðis, at viðkomandi megnar at liva eitt sjálvstøðugt lív, so hava vit eitt felags mál, og tað er at finna ein varandi bústað, sum búfólkið megnar at halda og røkja.

Tað er týdningarmikið fyri okkum at vísa á, at talan er um eitt ávegishús, sum verður skipað sum ein heildarloysn fyri alt samfelagið, og at samskifti og visitatión verður í samráð millum allar viðkomandi partar og myndugleikar á økinum.

Tú kanst seta teg í samband við Ávegishúsið við at kontakta Majbritt