Blái Krossur Føroya hevur landsinnsavnan frá 4. til og við 9. mai
15. apríl 2026
Frá 4. til og við 9. mai, hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan. Allur peningurin fer aftur í ár til fyribyrgingararbeiðið millum børn, ung og familiur, m.a. gjøgnum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.
Bússur verða bornar í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at lata eina gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 150 kr. Eisini ber til at flyta pening á konto 9181-2227772
– Vit síggja ein sera stóran tørv á at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya. Títt Rúm og Liv Lívið hava gjørt ein sera stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur.
Títt Rúm
Títt Rúm er eitt ókeypis lágáttartilboð til øll í aldrinum 0 – 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður, umframt at arbeiða við barsilsbólkum.
Sum tað nýggjasta hava vit nú eisini staðsett tilboð hjá Títt Rúm í Suðuroy.
Liv Lívið
Liv Lívið arbeiðir áhaldandi við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg. Upplýsing er sera týdningarmikið, bæði í orði og verki. Vit ynskja at vera eitt rúsfrítt alternativ hjá okkara ungu.
Tað verður gjørt alt fyri at ung kunnu samlast uttan rús, millum annað í ungdómshølunum hjá okkum Hollywood, í Tórshavn, og í samband við festivalar og onnur stór tiltøk. ”Tað er alt avgerðandi at ung hava møguleika at koma saman uttan rús”, leggur Edva Jacobsen afturat.
Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, og vit eru sera takksom fyri allan stuðul, sum vit kunnu fáa til arbeiði.

