Stuðla Gerst limur
770 700

Hug at gerast sjálvboðin?

Ver virkin, saman við øðrum, fyri einari hugbindandi søk

Umleið 400 sjálvboðin eru virkin í okkara sjey handlum runt landið. Við at vera sjálvboðin ert tú bæði partur av einum sosialum felagsskapi við onnur sjálvboðin, og ert við til at gera ein mun í lívinum hjá øðrum. Hetta er eisini kjarnin í boðskapinum í verkætlanini ‘ABC fyri sálarheilsu’ hjá Fólkaheilsuráðnum, ið ger okkum varug við, hvussu vit kunnu styrkja okkara sálarligu heilsu við trimum slagorðum – ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Tað er prógvað, at jú størri gleði tú upplivir í gerandisdegnum, tess sunnari og longri er lívið. Vegurin til góða sálarliga heilsu kann vera fullur av jaligum upplivingum, og tú kanst sjálv ella sjálvur verða við til at styrkja um tína sálarligu heilsu. Gransking vísir, at tað skulu einans nakrar fáar handlingar til fyri at økja um tín trivnað og sálarligu heilsu, og við at vera sjálvboðin gert tú fleiri av hesum handlingunum samstundis.

Starvið inniber

Vit hava tørv á fólki, ið eru í handlinum og selja vøru, og vit hava tørv á fólki, ið sortera og gera klæðir og møblar klár til sølu. Tað er ikki neyðugt við nøkrum royndum fyri at kunna vera í handlinum, einans, at tú hevur hug at hjálpa til og megnar at taka fyri í handlunum ella sortera í øllum, ið verður latið Bláa Krossi.

Um tú meldar teg til, kemur tú á eitt toymi við 3-4 øðrum. Tit hava so ábyrgd av, at handilin er opin 1-2 dagar um vikuna ella mánaðin (tað er ymiskt frá handli til handlils, hvussu nógv sjálvboðin eru). Handlarnir eru opnir frá kl. 13-17.30 yrkadagar og 10-14 leygardagar (tó hevur handilin í Tórshavn opið frá kl. 10-17.30 yrkadagar).

Um tú ynskir at sortera, verður hetta ofta gjørt um kvøldarnar, ella tá tit sum toymi hava møguleika fyri at møtast.

Í endurnýtsluni hjá Bláa Krossi arbeiða vit fyri at geva nakað til onnur – gleðin við hesum er okkara løn. Vit bjóða bæði eitt gevandi starv og hugnaliga samverðu við onnur – og tað er altíð pláss fyri fleiri.

Søgur frá sjálvbodnum

Elin Lassen

Eg haldi, at tað er ordiliga gott at hjálpa Bláa Kro…

Les meira

Jóannis Petersen

Arbeiðið er nemt, og hetta kann ein og hvør klára. …

Les meira

Winnie Hentze Andreasen

Prøva nakrar dagar, tí her er virkuliga hugnaligt og …

Les meira

Malan Mýri

Mær dámar, at pengarnir fara til Blákross, og at man…

Les meira

Elvina Lauritsen

Eg hugsaði, at hetta var eitt gott endamál, og tað v…

Les meira

Ása Djurhuus

Tað er ikki verrið enn tað, at dámar man tað ikki,…

Les meira

Anna Maria Vang

Eg fái ordiliga gleði av at vera virkin her. Tað er …

Les meira

Elin Lassen

Eg haldi, at tað er ordiliga gott at hjálpa Bláa Krossi at fáa midlar til arbeiðið, tey gera.

Eg bleiv uppringd og spurd, um eg vildi vera við, og tað vildi eg ordiliga gjarna. Eg haldi, at tað er ordiliga gott at hjálpa Bláa Krossi at fáa midlar til arbeiðið, tey gera. Eg havi verið her í handlinum í Klaksvík, síðani hann byrjaði, og mær dámar ordiliga væl. Serliga dámar mær at koma út og møta fólki. Her koma nógv fólk inn, sum man fær eitt prát við. Eg haldi eisini, at tað er eitt gott hugskot við brúktum klæðum – serliga um man hevur lítil børn og barna genbrúksklæðini eru eisini so góð.

Míni ráð til onkran, ið ivast er: Kom. Eg rokni við, at tey fara at føla seg vælkomin. Tað royna vit í hvørt fall, at øll skulu føla seg væl, ið koma her.

Lat aftur

Jóannis Petersen

Arbeiðið er nemt, og hetta kann ein og hvør klára. Eg segði ja, tí tað fer til eitt gott endamál.

Eg bleiv spurdur, um eg hevði áhuga í at hjálpa til í handlinum. Eg segði ja, tí tað fer til eitt gott endamál, og tað var brúk fyri fólki, og eg eri pensioneraður og havi tí tíð. Mær dámar øgiliga væl. Tað verður ongantíð for stressað ella for nógv at gera í handlinum, og man sær fólk.

Arbeiðið er nemt, og hetta kann ein og hvør klára, men tað gekk tó ein løta, áðrenn eg dugdi at brúka terminalin. Eg plagi eisini at taka stakar og annað av messing heim við og pussa tað, og síðani verður tað sett til sølu aftur í handlinum. Tað er stuttligt, at síggja úrslitið av arbeiðnum og at síggja, at tað ofta verður selt beinanvegin.

Lat aftur

Winnie Hentze Andreasen

Prøva nakrar dagar, tí her er virkuliga hugnaligt og nógv fitt fólk.

Eg fekk ein skaða og gjørdist fyritíðarpensionist og saknaði tí kollegar og at vera úti ímillum fólk. So bleiv eg spurd um at koma oman her, og mær dámar ordiliga væl. Eg eri nakrar tímar at gangin onkuntíð innímillum – einki fast, tí eg orki ikki altíð. Mær dámar ordiliga væl, tí tá man er avskorin av arbeiðsmarknaðinum, so følir man seg einsamallan. Her møtir man nógvum fólki í handlinum og fær nógv góð prát.

Um tað eru fólk, sum sita heima og keða seg og ikki hava nakrar kollegar og ikki nakað at fara til, so er tað heilt sikkurt eitt hugskot at koma her og prøva seg fram. Prøva nakrar dagar, tí her er virkuliga hugnaligt og nógv fitt fólk.

Lat aftur

Malan Mýri

Mær dámar, at pengarnir fara til Blákross, og at man kann lata klæðir og keypa bílig klæðir.

Eg bleiv uppringd ein dagin og spurd, um eg hevði verið áhugað í at verið sjálvboðin. Eg helt tað vera eitt gott hugskot – eitt virkuliga gott hugskot. Eg var við uppá tað beinanvegin, fyri tað fyrsta, tí mær dámar væl konseptið, at pengarnir fara til Blákross, og so haldi eg, at tað er gott uppá allar mátar; at fólk, ið hava góð ting kunnu koma við tí her, og at fólk kunnu keypa bílig klæðir. Eg eri her tveir dagar um mánaðin, og mær dámar væl. Eg hevði einki havt ímóti at verið meira. Mítt ráð til onnur er, at prøva tað.

Lat aftur

Elvina Lauritsen

Eg hugsaði, at hetta var eitt gott endamál, og tað vildi eg gjarna brúka mína tíð uppá.

Eg bleiv spurd og segði ja beinanvegin. Eg hugsaði, at hetta var eitt gott endamál og tað vildi eg gjarna brúka mína tíð uppá. Eg eri í handlinum tvær ferðir um mánaðin. Eg havi eisini altíð elskað at fingist við klæðir og havi arbeitt í handli alt mítt lív. Eisini havi eg seymað klæðir sjálv, so hetta er akkurát til mín. Man veit aldrin hvat kemur inn, og tað er spennandi. Um nakar ynskir at blíva partur av hesum, so er bara at koma inn í handilin ella ringja til Blákross, er man til dømis organiseraður, so hjálpir tað øgiliga væl til at halda skil í handlunum.

Lat aftur

Ása Djurhuus

Tað er ikki verrið enn tað, at dámar man tað ikki, so sleppur man avstað aftur.

Ein spurdi meg, um eg hevði hug at koma at vera sjálvboðin í búðini í Tórshavn. Eg var givin at arbeiða og saknaði at koma út ímillum fólk, og tí segði eg ja. Tað er so deiligt, og mær dámar væl at vera her. Eg eri fast eina ferð um vikuna í 3 tríggjar tímar og so onkuntíð, um tað manglar. Um onkur ivast í, um hetta er tað rætta fyri tey, so er bara at koma, og tað er ikki verri enn tað, at dámar man tað ikki, so sleppur man avstað aftur.

Lat aftur

Anna Maria Vang

Eg fái ordiliga gleði av at vera virkin her. Tað er stuttligt og hugnaligt at vera her.

Eg kom inn í handilin ein dagin, og tá spurdi ein um hetta ikki var akkurát eg, og jú, hetta er akkurát eg. Hon spurdi, um hon kundi siga tað við stjóran, so eg kom á eitt hold, men tá fór eg at ivast og segði, at eg kom ikki at arbeiða her. Tað dugdi eg ikki, tí eg havi ongantíð arbeitt í handli, men so var Rannvá her og spurdi, um hon ikki kundi fáa telefonnummarið hjá mær, so hon kundi ringja til mín. Eg segði, at eg fari ikki at arbeiða her og taka fyri. Eg segði tó ja, og eg elski tað, og eg elski at taka ímóti fólki og vera blíð við fólk. Eg fái orduliga gleði av at vera virkin her. Tað er stuttligt og hugnaligt at vera her og at vera saman við teimum, man arbeiðir saman við.


Míni ráð til onnur eru, at hevur tú áhuga, so er bara at prøva tað. Leyp útí tað. Eg kláraði tað, og tað er so fantastiskt. Tað hjálpir at tíma genbrúk.

Lat aftur