Stuðla Gerst limur
770 700

Fagranes

Fagranes, eitt stað til samveru og praktiska hjálp

Blái Krossur Føroya ynskir at hava verustøð, har øll fólk eru vælkomin, líkamikið, um tú ert frískur, einsamallur, heimleysur ella stríðist við avbjóðingar við misnýtslu, sálartyngd ella sosialar avbjóðingar.

Vit hava innrættað eitt høli í kjallaranum í blákrossbygninginum í Saltangará, ið vit hava kallað Fagranes. Okkara verustað á Fagranesi kann samanberast við eitt slag av stovu, har tú kanst fáa kaffi og annað og hava onkran at tosa við, um tørvur er á tí. Tað er eisini møguleiki at umvæla ymiskt, ið síðani kann seljast í endurnýtsluhandlinum.

Fagranes er opið týsdag kl. 13.00-17.00. Ætlanin er tó, at hetta verður hvønn gerandisdag. Sunnukvøld kl. 19.00 er ein sangløta. Øll eru hjartaliga vælkomin.