“Liv Lívið” sera væl eydnað

Hetta summarið hevur nýggja rúsfría verkætlanin “Liv Lívið” verið á festivalum, voxbotni og ólavsøku, og fyrireikararnir eru sera væl nøgdir.

Jóhan Hansen, formaður í Bláa Kross Ungdómi, sigur, at tiltakið eydnaðist sera væl.
– Hetta er fyrstu ferð, vit hava roynt tað, so vit vóru spent at vita, hvussu tað fór at ganga.

Til tiltøkini hevur Liv Lívið havt eina bingju, har øll hava verið vælkomin á gátt. Í bingjuni hava 3-5 fólk verið klár at taka ímóti við turrum klæðum, heitum drekkamunni, sangi og hugnaligum eins og álvarsamum práti; bæði tað hevur verið um rúsdrekka ella andaligt prát.

Bingjan hevur verið eitt trygt stað við hita, beinasemi og hjálpsemi. Hjálpin hevur m.a. verið at hita køld, løða telefonir (á G!) og so hava tey eisini havt hjartastartara kláran, um okkurt skuldi gingið heilt galið.

Jóhan og hini handan “Liv Lívið” eru yvirraskað, um hvussu væl verkætlanin hevur verið móttikin bæði av fólki og fyriskiparum av tiltøkunum, og ætlanin er heilt sikkurt at hava okkurt líknandi næsta summar.

 

Gera klárt á G!

IMG_0049-e1468591993486

 

Nakrar myndir frá summarfestivalinum

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 14.31.26

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 14.30.56

Skærmbillede 2016-08-12 kl. 14.35.58

 

 

Les um Liv Lívið á heimasíðuni: livlivid.fo

Aðrar greinar um Liv Lívið: Blái Krossur við á G! og Blái Krossur á Summarfestivalinum