Stuðla Gerst limur
770 700

Lat klæðir til endurnýtslu

Spurningar um handlarnar, klæðir og sølu

Her finnur tú teir mest spurdu spurningarnar, ið vit fáa um handlarnar og klæðini, ið verða latin inn. Skriva ella ring endiliga til okkara, um tú ikki fært svar uppá tín spurning her. Trýst á her fyri at síggja telefonnummur og Facebook síður hjá handlunum.

Hvar eru endurnýtsluhandlarnir, ið selja klæðir?

Blái Krossur hevur fimm endurnýtsluhandlar, ið selja klæðir. Teir eru í Tórshavn, á Tvøroyri, í Saltangará, í Miðvági og í Klaksvík.

Hvar kann eg lata inn?

Klæðini kunnu latast inn í ein av handlunum ella í eina av okkara bingjun (aftanfyri handilin í Tórshavn og niðanfyri handilin í Saltangará). Hvønn dag verður bingjan/kassin tømd fyri klæðir.

 

Hvørjum standi skulu klæðini verða í?

Tað hevur týdning, at klæðini tú letur inn eru rein og væl hildin. Vit taka ikki ímóti klæðum, ið eru skitin, vát ella í ringum standi.

 

 

Hvat gera tit við klæðini, ið verða latin inn?

Øll klæðini, ið koma inn, verða síðani skild sundur í damu-, harra-, barnaklæðir ella annað toy av okkara røsku sjálvbodnu arbeiðsfólkum. Blái Krossur fær nógvar sekkir av klæðum hvønn dag.

 

Hvat fær Blái Krossur burturúr?

Klæðir verða seld í okkara handlum, og yvirskotið frá søluni fer til okkara hjálpararbeiði. Yvirskotið hevur síðstu árini verið umleið 2 milliónir krónur hvørt ár.

Hvat gera tit við klæðini, ið tit ikki selja?

Størsti parturin av tí, ið ikki verður selt, verður nýtt til nýnýtslu í Ný Ný ella sendur av landinum til altjóða uppkeyparar, ið selja tað víðari til endurnýtslu ella nýnýtslu runt um í heiminum.

Niðanfyri sæst ein yvirlitsmynd, ið vísir hvussu toyið ferðast, og hvar tað, ið ikki verður selt, endar.

Myndir frá búðunum hjá Bláa Krossi Føroya

Búðin í Saltangará

Búðin í Tórshavn

Búðin í Miðvági

Búðin í Klaksvík

Búðin á Tvøroyri

Ferðin hjá klæðunum, ið verða latin Bláa Krossi Føroya

Blái Krossur fær hvørt ár nógv tons av klæðum. Hetta eru vit sera glað fyri og seta stóran prís uppá, tí hetta er við til at fíggja ein stóran part av okkara virksemi. Vit hava gjørt eitt yvirlit, ið vísir hvat hendir við klæðunum, tá tey verða latin okkum. Vit ynskja so lítið burturkast sum møguligt og gera tí nógv burturúr fyri at minka hetta, millum annað við nýnýtslu.