Stuðla Gerst limur
770 700

Tú kanst gera mun og hjálpa okkum at hjálpa teimum, ið tørva hjálp.

{{title}}

Vel upphædd

{{amount}} kr
  • {{err}}
Stuðla við {{payment.amount}} kr

{{title}}

Upplýsingar um teg

Eg góðtaki keypstreytirnar
  • {{err}}
{{toPaymentButtonText}}
Tú verður beind(ur) til keypsrútin hjá QuickPay

Hetta gekk ikki sum ætlað

Vinarliga royn aftur, ella set teg í samband við Bláa Kross Føroya

Royn aftur

Takk fyri tín stuðul

Blái Krossur Føroya takkar tær fyri stuðul.

Takk sjálvi

Stuðla okkara arbeiðið við at gera eina flyting omanfyri ella við at gerast fastur gevari ella við at tekna teg sum lim niðanfyri.

Fastur gevari

Stuðla arbeiðinum við at gerast fastur gevari. Hetta inniber, at tú hvønn mánað flytur eina peningaupphædd, ið tú sjálv/ur ásetur niðanfyri.

Liv lívið limur

Ert tú ímillum 12-30 ár kanst tú stuðla ungdómsarbeiðinum Liv lívið við at gerast limur. Limagjaldið er 200 kr um árið og sum limur hjá BKU bindur tú teg til ikki, at drekka rúsdrekka ella taka rúsevnir.

Blákross limur

Ert tú yvir 30 ár kanst tú stuðla Bláa Krossi við at gerast limur. Sum limur bindur tú teg til ikki, at drekka rúsdrekka ella taka rúsevni

Fyritøka

Fyritøkur kunnu flyta gávur omanfyri ella við at trýsta niðanfyri at játta ein stuðul, ið verður avgreiddur seinni.

Hvat fara pengarnir til?

Pengarnir frá Landsinnsavnanini í ár fara til fyribyrgjandi arbeiði millum børn, ung og familjur í Føroyum. Sendingin í KVF 1. oktober kl. 19:00 kemur eisini at varpa ljós á ofta fjaldu trupulleikarnar, ið raka nógv børn, ung og familjur í Føroyum.

Liv Lívið

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, við fokus á rúsnýtsluni hjá ungum. Endamálið er at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsakað av rúsdrekka/-evnum, og at minka um trýstið til at rúsa seg, sum nógv ung kenna.

– Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur, og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug, sigur Lív Brúsá, samskipari. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.

Liv Lívið hevur eina bingju og eina rúsfría barr, sum er eitt væl vitjað rúsfrítt øki á m.a. festivalum og stevnum. Harumframt verður undirvíst á skúlum og millum ung, har fokus er á lívsmeistran uttan rús.

Títt rúm

Í familjum, har eitt foreldur er rúsbundið, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna. Tað er rúsurin, sum tekur uppmerksemið og orkuna í familjuni. Ein barndómur við foreldrum, sum drekka ov nógv, kann fyri mong hava avleiðingar – eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað teg. Títt Rúm er staðið til júst hetta.

Tað verður mett, at eini 1200 børn í Føroyum í dag vaksa upp í heimi við rústrupulleikum. Títt Rúm er eitt ókeypis tilboð til børn, ung og vaksin í aldrinum 0-35 ár og til familjur teirra, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsanin fyllir – ella hevur fylt – ov nógv í familjuni.

– Nógv ung hugsa, at “tað sikkurt er verri hjá onkrum øðrum”, og og hava tí ringt við at søkja sær hjálp, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari. Vit arbeiða tó eftir tí fatan, at um tú upplivir støðuna trupla, so er støðan trupul. Um tú følir, at rúsnýtslan hjá einum ella báðum tínum foreldrum ella systkjum ávirkar teg á ein neiligan hátt, so kanst tú fáa hjálp frá okkum.

Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:

  • Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
  • Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
  • Genta 12 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”

Fyribyrging

Fyribyrgingardeildin bjóðar millum annað ráðgeving til ung, familjur, fakfólk og onnur. Eisini verður undirvíst á skúlum, stovnum, arbeiðsplássum, samkomum, ungdómshúsum, legum og aðrastaðni.

Ráðgevingin fevnir millum annað um rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrging og onnur evnir, so sum sjálvsálit, sjálvsvirði, bólkatrýst, læran um at seta mørk, og hvussu tað kann vera fyri eitt  barn, at vaksa upp í einum heimi, har rúsur er ein trupulleiki.