Ný Ný er í stuttum nýnýtsla av givnum klæðum. Tað er eitt stað, har møguligt er at seyma og evna ymiskt úr endurnýtsluklæðum.
Hví nýnýtsla?
Blái Krossur Føroya fær nógv tons av brúktum klæðum hvørt ár, og nógv av hesum verður selt í okkara endurnýtsluhandlum. Tó kemur nakað av toyi inn, ið er skrætt og sera slitið, og hetta kann ikki seljast í handlunum. Blái Krossur hevur í nøkur ár havt eina avtalu við Reyða Kross um, at teir fáa hesi klæðini, ið síðani verða seld til altjóða aktørar. Hóast hesa avtalu fór fitt av klæðum í skrell hvørt ár, og tað ynskti man at broyta. Ný Ný er ein verkætlan, sum varð gjørd í samstarvi millum Bláa Kross Føroya, Megna Títt Lív og Kristin Helgadóttir fyri at skapa hesa broytingina.
Ætlanin við verkstovuni er at minka um burturkastið av skrøddum og óbrúkiligum klæðum – umframt at minka um dálking, ið stendst av at senda klæðir av landinum og at skapa eitt umhvørvi, sum ein og hvør við áhuga fyri nýtnýtslu, kann føla ognarskap í.
Málbólkur og tíðspunkt
Seymistovan er opin tríggjar ferðir um vikuna, og har ber til at seyma sær ymiskt úr endurnýtsluklæðum og gera ábøtur á egin klæðir, og harvið minka um alt toyið, ið verður koyrt vekk bæði í handlunum og privat. Seymistovan er opin fyri øllum, ið hava áhuga fyri nýnýtslu.
Luttøkan í Ný Ný er vaksandi, og vit hava havt ung (heilt frá 12 ár) sum eldri í seymistovuni, og bæði konufólk og mannfólk luttaka. Onkrar dagar er fult, og tí eggja vit fólki til at siga frá á messenger, um tey koma, tí vit hava einans 6 seymimaskinur/overlockarar í løtuni. Tú kanst seta teg í samband við Ný Ný á Facebook ella Instagram profilunum hjá Ný Ný.
Klæðini tit lata inn, verða fyrst sorterað í teimum ymisku Blákrossbúðunum. Størsti parturin av klæðunum verður seldur í okkara handlum. Tó eru summi klæðir í ov ringum standi til at selja, og hesi verða antin send av landinum, brend ella nýtt til nýnýtslu. Her sæst ein yvirlitsmynd av, hvat hendir við klæðunum, ið vera latin Bláa Krossi Føroya.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!