Stuðla Gerst limur
770 700

Ávegishúsið

Ávegishúsið er ein fyribils bústaður til tín, sum hevur sosialar trupulleikar og hevur brúk fyri stuðli til til dømis at finna fótafesti í einari nýggjari lívsstøðu ella at verða verandi rúsfríur aftaná viðgerð. Ávegishúsið virkar eisini sum ein útslúsing fyri búgvandi, sum eru í endanum av síni viðgerð og á veg víðari út í lívið.

Blákrossheimið

Á Blákrossheiminum veita vit hjálp og umsorgan til tey við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi.

Liv Lívið

Ein verkætlan, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at ung kom illa fyri ella gerast bundin at rúsdrekka og/ella rúsevnum. Arbeiðið kann deilast í trý 1) online átøk, 2) at undirvísa og kunna foreldur og onnur vaksin um gransking og annað innan økið og 3) at møta ungdóminum. Hetta gera vit við, at vera til staðar á festivalum og stórum tiltøkum við einum rúsfríum øki, bjóða eini ungdómshølir út til rúsfrí tiltøk, skipa fyri rúsfríum tiltøkum, undirvísa á skúlum um lívsmeistran, og at veita teimum hjálp, ið spyrja okkum.

Títt Rúm

Í familjum, har eitt foreldur er rúsbundið, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna; tað er rúsurin, sum tekur uppmerksemið og orkuna í familjuni. Ein barndómur við foreldrum sum drekka ov nógv kann fyri mong hava avleiðingar – eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað teg. Títt Rúm er staðið til júst hetta – tað er tí vit eita Títt Rúm 

Logo og grafikkur

Her er búmerkið hjá Bláa Krossi Føroyum og Altjóða Bláa Krossi