Blái Krossur við á G!
Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláa Krossi, sum snýr seg um at liva lívið rúsfrítt. Setningurin “Liv Lívið” verður ofta settur í samband við at gera okkurt vilt, óvanligt, stuttligt og generelt at hava eitt gott lív. Nógv ung seta eitt stuttligt kvøld ella góða feriu í samband við at hava havt eina góða kenning ella verið fullur. Í Bláa Krossi vilja vit gjarna vísa á, at tú eisini kanst “liva lívið” uttan at drekka ella taka rúsevnir, at tú saktans kanst hava tað stuttligt og vera við uppá tað uttan rúsin. Tí vilja vit skapa eitt rúsfrítt umhvørvi á festivalum og hava eina veitslu saman við teimum, sum eru har, uttan at vit nýta rúsdrekka ella rúsevnir. Samstundis vilja vit upplýsa um ymsar vandar og vansar við at rúsa seg.
Blái Krossur hevur í fleiri ár gjørt eitt stórt arbeiði á festivalum og stevnum við at hjálpa fólkum, ið eru komin illa fyri. Hetta arbeiði er eisini ein stórur partur av verkætlanin “Liv Lívið”. Vit eru eisini til staðar fyri tey, sum koma illa fyri av teirra rúsi, og vit vilja hjálpa teimum so gott, vit kunnu. Í bingjuni er m.a.klæðir og skógvar frá Blákrossbúðunum, ið vit kunnu geva fólkum, ið eru vát og køld. Eisini er ein hjartastartari, ið Blái Krossur hevur keypt í samband við at fleiri av hjálparfólkunum í hesari verkætlanini hava tikið eitt fyrstuhjálparskeið.
Afturat G! festivalinum fara vit at vera við á Ólavsøku og Summarfestivalinum.