Stuðla Gerst limur
770 700

Ung

Blákrossheimið

DAT ung

DAT ung er ambulant ungdómsviðgerð, ætlað ungum, sum eru millum 15 og 25 ára gomul. Viðgerðin er staðsett í Havn og fevnir um vikuligar staksamtalur og bólkaundirvísing í førleikum. Hon er skipað við støði í Dialektiskari atferðarterapi (DAT).

Títt Rúm

Ungdómsbólkar

Títt Rúm hevur eitt bólkatilboð til børn og ung, sum eiga foreldur, ið hava ella hava havt rústrupulleikar. Øll í aldrinum 9-35 ár kunnu melda seg til bólk, har tey eru saman við øðrum, sum eisini eru uppvaksin við rústrupulleikum heima. Bólkarnir verða býttir soleiðis at luttakarnir eru so javnir í aldri sum gjørligt.

Einstaklingasamrøður

Til tíðir eru ung, sum hava tørv á meira enn bólkatilboðnum. Títt Rúm bjóðar tí eisini einstaklingasamrøður eftir tørvi. Her kann tann ungi tosa um ymiskt, sum hann/hon ikki ynskir at deila í bólki. Ung, sum ikki ynskja at koma í bólk, kunnu fáa einstaklingasamrøður, um mett verður, at hetta gagnar teimum. Eftir ynski kann maki og/ella familja verða inndrigin í viðgerðina. Einstaklingasamrøður kunnu eisini virka sum ein lopfjøl inn í bólkatilboðið.

Fyribyrgingardeildin

Liv Lívið

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan við fokus á rúsnýtsluna hjá ungum. Endamálið er at fyribyrgja at ung koma illa fyri orsaka av rúsdrekka/-evnum, og at minka um trýstið til at rúsa seg, sum nógv ung kenna. Liv Lívið hevur eina bingju og eina rúsfría barr, sum er eitt væl vitjað rúsfrítt øki á millum annað festivalum og stevnum. Harumframt verður undirvíst á skúlum og millum ung, har fokus er á lívsmeistran uttan rús.