Stuðla Gerst limur
770 700

Tilboð til vaksin

Ávegishúsið

Fyribils bústaður

Ávegishúsið er ein fyribils bústaður til tín, sum hevur sosialar trupulleikar og brúk fyri stuðli til t.d. at finna fótafesti í einari nýggjari lívsstøðu ella at verða varandi rúsfríur aftaná viðgerð. Ávegishúsið virkar eisini sum ein útslúsing fyri búgvandi, sum eru í endanum av teirri viðgerð og ávegis víðari út í lívið.

Títt Rúm

Bólkar til vaksin

Títt Rúm hevur eitt bólkatilboð til børn, ung og vaksin, sum eiga foreldur, ið hava ella hava havt rústrupulleikar. Øll í aldrinum 9-35 ár kunnu melda seg til bólk, har tey eru saman við øðrum, sum eisini eru uppvaksin við rústrupulleikum heima. Bólkarnir verða býttir soleiðis, at luttakararnir eru so javnir í aldri sum gjørligt.

Einstaklingasamrøður

Til tíðir eru bólkaluttakarar, sum hava tørv á meira enn bólkatilboðnum. Títt Rúm bjóðar tí eisini einstaklingasamrøður eftir tørvi. Her kann ein tosa um ymiskt, sum ein ikki ynskir at deila í bólki. Tey, sum ikki ynskja at koma í bólk, kunnu fáa einstaklingasamrøður, um mett verður, at hetta gagnar teimum. Eftir ynski kann maki og/ella familja verða inndrigin í viðgerðina. Einstaklingasamrøður kunnu eisini virka sum ein lopfjøl inn í bólkatilboðið. 

Blákrossheimið

Rúsviðgerð inni á Blákrossheiminum

At koma í viðgerð á Blákrossheiminum kann vera byrjanin til eitt nýtt lív, har rústrupulleikar og bundni ikki longur seta dagsskránna. Framúr góðu umstøðurnar inni á Blákrossheiminum eru karmur um bæði hugna, felagsskap og – framum alt – terapeutiskt broytingarvirksemi. Viðgerðin á Blákrossheiminum er í stóran mun skipað við støði í Dialektiskari atferðarterapi (DAT). Eisini bjóða vit teimum, ið hava tørv á tí, avrúsing. 

Ambulant rúsviðgerð

Kanska er tín rústrupulleiki ikki er so umfatandi, at inniviðgerð á Blákrossheiminum er neyðug. Ella ynskir tú, eftir lokna inniviðgerð, at halda á og menna teg víðari. Ambulanta rúsviðgerðin hjá Blákrossheiminum er skipað við støði í Dialektiskari atferðarterapi (DAT). Talan er um eina smidliga bólkaviðgerð, sum hóskar væl inn í ein innihaldsríkan gerandisdag. Møtst verður einaferð um vikuna, bæði í Havn og á Nesi. 

Ambulant rúsviðgerð fyri kvinnur

Fleiri menn enn kvinnur leita sær viðgerð fyri rústrupulleikar. Og ofta sær rústrupulleikin øðrvísi út fyri kvinnur. Blákrossheimið bjóðar tí ambulanta viðgerð, sum serliga er ætlað kvinnum. Viðgerðin er skipað við støði í Dialektiskari atferðarterapi (DAT). Talan er um eina smidliga bólkaviðgerð, sum hóskar væl inn í ein innihaldsríkan gerandisdag. Møtst verður einaferð um vikuna í Havn. 

Ambulant viðgerð fyri avvarðandi

At vera avvarðandi hjá einum, sum er bundin av at rúsa seg, hevur stórar avbjóðingar við sær. Ambulanta avvarðandiviðgerðin hjá Blákrossheiminum tekur hond um fólkini í hesum málbólki og teirra serstøku tørvir. Viðgerðin er skipað við støði í Dialektiskari atferðarterapi (DAT). Talan er um eina smidliga bólkaviðgerð, sum hóskar væl inn í ein innihaldsríkan gerandisdag. Møtst verður einaferð um vikuna í Havn. 

Familjusamrøður

Í rúsviðgerðini á Blákrossheiminum raðfesta vit familjuna. Eingin rúsar seg einsamallur og tá ið ein persónur hevur ment ein rústrupulleika, ávirkar tað eisini avvarðandi familjuna. Tí stendur øllum búfólkum á Blákrossheiminum í boði at bjóða familjulimum inn til terapeutiska felagssamrøðu.