Døgg, Allan og Maria við á stóru konsertini
Tiðin er komin at kunngera tvey tey síðstu nøvnini á stóru konsertini í Løkshøll 12. mai í samband við árligu landsinnsavnanina.
Tað eru tvær ungar sangarinnur, ið hava játtað at vera við.
Maria á Lakjuni er eftirhondini ein av okkara allarbestu sangarinnum. Hon hevur givið fleiri útgávur út seinastu árini, har nøkur løg havi verið heilt nógv at hoyrt. Vit eru sera takksom fyri at fáa Mariu við til hesa konsertina.
Dógg Nónsgjógv og Allan Tausen koma eisini at syngja fyri okkum. Døgg og Allan vóru við okkum á Reinsarínum herfyri á kvøldsetu hjá Bláa Krossi til eitt framúrskarandi gott tiltak. Og vit gleða okkum at hoyra tey aftur í Løkshøll við sínum fantastisku løgum.
Hini, sum eru við á konsertini, eru Guðrun Sólja Jacobsen, Lena Andersen, Jens Marni Hansen og Ásbjørn Berthelsen.
Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár og Liv Lívið, ið hava sera nógv at gera!
Kom og stuðla sera gevandi og innihaldsríkum arbeiði.
Konsertin verður í Løkshøll í Runavík 12. mai kl.20.00 og kostar 310,-