Guðrun Sólja og Lena á stuðulskonsert
12. mai verður stór konsert í Løkshøll í samband við árligu landsinnsavningina hjá Bláa Krossi Føroya.
Fleiri spennandi tónleikanøvn koma at framføra, og hesi verða avdúkað so hvørt á heimasíðu og Facebooksíðu okkara. Í dag kunnu vit so avdúka tvey nøvn á skránni.
Talan er um tvær kvinnur, sum nærum eru føroysk fólkaogn, og tær ríka okkum dagliga við tónleiki sínum.
Tað eru ongar aðrar enn Lena Anderssen og Guðrun Sólja Jacobsen, sum koma at seta sín heilt serliga dám á hetta kvøldið.
Lena hevur, saman við Niclasi, verið í Skjólinum til eitt framúrskarandi sterkt og ríkt kvøld, og vit gleða okkum at hoyra hana aftur.
Guðruna Sólju gleða vit okkum sera nógv at fáa framvið, og vit ivast ikki í, at hon kann geva kvøldinum nakað serligt.
Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár og Liv Lívið, ið hava sera nógv at gera!
Kom og stuðla sera gevandi og innihaldsríkum arbeiði.
Konsertin verður í Løkshøll 12. maj kl.20.00 og kostar 310,-