Forsíða

Øll hava rætt til góð barnaár

Børn og ung ið vaksa upp, har rúsdrekka er til ampa fyri trivnaðin heima, skulu verða hoyrd og sædd og fáa tilboð um hjálp.

Blái Krossur Føroya bjóðar børnum og ungum, ið kenna til henda trupulleika, í bólkar, har arbeitt verður við  avbjóðingum vegna rúsdrekkamisnýtslu í heiminum. Børnini og tey ungu hittast javnan, har tey møta javnlíkum sínum, og við serkønari hjálp og vegleiðing tosa tey saman um upplivingar, kenslur og tankar.


Endamál

Endamálið við “Øll hava rætt til góð barnaár” er at skapa eitt umhvørvi, har børn og ung fáa møguleika at tosa opið um tað at vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka er ella hevur verið til ampa fyri tey og trivnaðin í familjuni. Tey hava harvið møguleika at:

  • uppliva, at tey ikki eru tey einastu, sum hava foreldur/familju við rústrupulleikum.
  • tosa við onnur í líknandi støðu um sínar kenslur og tankar
  • skilja, at tað ikki er teirra skuld, at foreldrini nýta rúsdrekka/rúsevni, og at tað ikki er teirra ábyrgd at fáa tey at gevast
  • fáa kunnleika um tað at vera bundin av rúsevnum, og at fáa eina fatan av, hvat tað er, sum hendir við foreldrum, ið eru bundin av rúsdrekka/rúsevnum.

Hjá teimum flestu er hetta eitt tabu, men Blái Krossur Føroya ynskir við hesum tiltaki at varpa ljós á hendan trupulleikan, sum eisini er í Føroyum.

Lærarar, heilsufrøðingar og onnur fakfólk kenna eisini til henda trupulleika og siga seg mangan standa á berum, tá tey hava við børn og ung í slíkari støðu at gera. Tey vita snøkt sagt ikki, hvaðar tey skulu venda sær, ella hvaðar tey skulu bjóða hesum børnum at fara.

Í Danmark og øðrum londum verður stórur dentur lagdur á at hjálpa børnunum hjá teimum, ið stríðast við rúsdrekka trupulleikar. Hetta tí tað vísir seg fyri fleiri at tað fær álvarsamar avleiðingar fyri tey seinni í lívinum, um tey ikki fáa hjálp.

Børnini hjá foreldrum, sum eru bundin av rúsevnum, eru í størri vanda enn onnur at fáa sálarligar trupuleikar seinni í lívinum, og fyri sjálvi at fáa trupulleikar við rúsevnum.

Blái Krossur Føroya vil tí skapa eitt umhvørvið, har børn og ung verða hoyrd, har tey kunnu siga tað, tey vilja, og har tey kunnu vera tey, ið tey eru – í einum tryggum umhvørvi.

 

Bólkar

Børn og ung, sum koma í bólkar hjá Bláa Krossi, fáa møguleika at møta øðrum, sum eisini kenna til at hava foreldur ella onnur við rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikum.

Bólkarnir eru í fyrstu atløgu skipaðir fyri børn og ung í aldrinum 7 – 19 ár, har bólkarnir hvør í sínum lagi koma at arbeiða við avbjóðingum, tey uppliva í sínum gerandisdegi.

Í bólkunum koma vit m.a. at tosa um, hvussu tað er at vaksa upp við alkoholismu og hvussu tað kann ávirka tey seinni í lívinum.

Evnir kunnu m.a. vera:

  • Lágt sjálvsvirði og hørð sjálvsdøming
  • Trupuleikar at seta orð á sínar kenslur, ynskir og upplivingar….
  • Trupuleikar at seta mørk
  • Skomm

Bólkarnir eru settir saman eftir aldri, soleiðis at tey, sum vera við í bólkinum, eru um sama aldur.

 

Ung, sum hava verið í bólki

Drongur 10 ár
– Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.

Genta 12 ár
– At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.

Drongur 13 ár
– Eg vænti ongantíð, at eg fari at gloyma tað, sum hendi í bólkinum. Tað er í fleiri førum hent, at eg havi hugsað um okkurt, sum onkur segði, ella okkurt, sum vit gjørdu, og tað hjálpir mær.

Genta 16 ár
– Eg hugsi so nógv í mun til mínar vinir. Havi altíð verið meira ábyrgdarfull enn tey. Meira vaksin. Tað var eg eisini noydd til at vera, tá ið eg var barn.

Genta 14 ár
– Tað var ræðuligt alla tíðina at goyma, at babba drakk.

Genta 15 ár
– Pápi mín fór at drekka, tá ið eg var fødd, og tí havi eg altíð følt, at tað er mín skyld, at hann drekkur. Tá ið eg byrjaði í bólkinum, fekk eg greiðu á, at tað er ikki mín skyld.

 

Ver vælkomin við

Hevur tú hug at koma í bólk, ella kennir tú onkran, sum kundi havt tørv á tí, ella vilt tú vita meira, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við bólkaleiðararnar:

Teldupost: Telefon: 770709 ella 770708.

 

Filmur um “Øll hava rætt til góð barnaár” í Føroyum

 

 

Sí faldaran: “Øll hava rætt til góð barnaár”
Vitja Facebooksíðuna: www.facebook.com/Øll-hava-rætt-til-góð-barnaár