Ásbjørn og Jens Marni á stuðulskonsert

Tiðin er komin at kunngera tvey nøvn afturat, sum eru við á stóru konsert okkara 12. mai í Løkshøll í samband við árligu landsinnsavnanina.

Talan um tveir menn, ið vit kenna frá fleiri ymiskum høvum.

 

Jens Marni Hansen hevur ríka okkum við nógvum landaplágum seinastu nógvu árini. Hann hevur verið partur av fleiri bólkum, ið hava klárað seg væl, og tey seinnu árini hevur hann verið mest frammi við egnum navni.

Ásbjørn Berthelsen hevur nógvar hattar, har gyklarin og kórleiðarin eru tveir, ið kunnu nevnast. Eisini er Ásbjørn jú sera kendur í Løkshøll, sum má sigast at vera hansara heimavøllur. 12. mai roynir hann seg sum solist, og henda síðan stendur einki aftanfyri alt hitt, hann hevur undirhildið okkum við.

 

Vit gleða okkum nógv at hoyra hesar báðar, umframt Guðruna Sólju Jacobsen og Lenu Andersen og onkur aftrat, sum verða avdúkað á heimasíðu og Facebooksíðu okkara í næstum.

 

 

Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár og Liv Lívið, ið hava sera nógv at gera!

Kom og stuðla sera gevandi og innihaldsríkum arbeiði.

 

Konsertin verður í Løkshøll 12. mai kl.20.00 og kostar 310,-

KEYP ATGONGUMERKI HER