Royn eitt #RúsfríttSummar

Nýtt átak fór av bakkastokki um vikuskifti, ið eggjar føroyskum ungdómi at royna eitt rúsfrítt summar.

Tað er BKU (blákrossungdómur), ið stendur fyri átakinum, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungdómi við rúsdrekka og -evnum.

 

Rúsevni vaksandi trupulleiki

Rúsevni eru ein vaksandi trupulleiki millum ungdómin í Føroyum, og fleiri kenna trýst at smakka sær á rúsdrekka. Eisini siga fleiri seg hava tað trupult við at hava tað stuttligt, um tey ikki eru rúsaði. Av teimum, sum velja at siga nei, uppliva fleiri, at tey mugu hava eina orsøk fyri og geva frágreiðing um, hví tey velja ikki at drekka.

Boðskapurin við átakinum er greiður – tað er ok at siga nei.

 

– Rákið í øðrum Norðurlondum vísir, at fleiri ung venda sær frá rúsdrekka og rúsevnum, og stuttleika sær saman uttan rús, sigur Lív Justinussen, samskipari av átakinum. Hetta er gleðiligt at síggja, og vit ynskja við hesum átakinum at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at tey seinni gerast bundin at rúsdrekka og rúsevnum.

 

Partur av Liv Lívið verkætlanini

Átakið er partur av Liv Lívið verkætlanini, har fokus verður sett á, at liva lívið og hugna sær uttan at rúsa seg. Tað er skipað í tveimum pørtum: Einum online átaki, har mann bjóðar ungdóminum av at royna eitt #RúsfríttSummar, og samstundis broyta vangamyndina á Facebook, fyri at stuðla tiltakinum. Og so eisini at skapa eitt rúsfrítt øki at hugna sær í á festivalum og tiltøkum í summar. Tað seinna varð roynt síðsta summar og eydnaðist sera væl. Fleiri hundrað ung vitjaðu Liv Lívið bingjuna, sum varð til staðar á G! og Summarfestivalinum.

Fyrr í vár fekk BKU heiðursløn fyri átakið Liv Lívið.

 

Á heimasíðuni livlivid.fo kanst tú lesa meira um átakið, vísa at tú ert við, og síggja hvussu nógv onnur hava valt at hava eitt rúsfrítt summar.

Broyt vangamyndina á Facebook fyri at vísa, at tú ert við.

Fylg annars við átakinum á Facebooksíðuni Liv Lívið.