Forsíða

Blákrossungdómur

BKU er limafelagið í Bláa Krossi fyri tey, sum eru undir 30 ár.

BKU (Blákrossungdómur) hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungdómi við rúsdrekka og -evnum við at vitja tiltøk, legur og festivalar.

 

Vaksandi trupulleiki:
Rúsevni eru ein vaksandi trupulleiki millum ungdómin í Føroyum, og fleiri kenna trýst at smakka sær á rúsdrekka. Eisini siga fleiri seg hava tað trupult við at hava tað stuttligt, um tey ikki eru rúsaði. Av teimum, sum velja at siga nei, uppliva fleiri, at tey mugu hava eina orsøk fyri og geva frágreiðing um, hví tey velja ikki at drekka.

Boðskapurin við átakinum er greiður – tað er ok at siga nei.

 

Liv Lívið:

BKU hevur eitt átak koyrandi, sum kallast Liv Lívið. Har verður dentur lagdur á, at liva lívið og hugna sær uttan at rúsa seg. Hetta er skipað á tveir hættir:

  1. Byngjan: At skapa eitt rúsfrítt øki at hugna sær í á festivalum og tiltøkum um sumri.
  2. #RúsfríttSummar: Eitt online átak, har mann bjóðar ungdóminum av at royna eitt #RúsfríttSummar og samstundis broyta vangamyndina á Facebook fyri at stuðla tiltakinum.

 

Heiðursløn fyri Liv Lívið

Fyrr í vár fekk BKU heiðursløn frá FUR fyri verkætlanina “Liv Lívið”.

FUR (Føroya UngdómsRáð) valdi at lata heiðuslønir til tríggjar verkætlanir ella eldsálir. Tær blivu lætnar á landsfundinum hjá FUR 25.03.17. Við heiðurslønini fekk BKU 5.000 krónur.

 

BKU-nevndin:
Tú ert hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum:

Nevndarlimur: Sjúrður Steinhólm, 581798, s.steinholm@gmail.com
Nevndarlimur: Heri Danielsen, 279737, heridanielsen1@gmail.com