Hjálp børnum í Grønlandi
Næstan ein triðingur av grønlendsku børnunum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar.
Blái Krossur í Føroyum samstarvar tí við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna.
Hvussu byrjaði samstarvið?
Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini hevur í fleiri summur á rað virkað í nakrar vikur í Nuuk. Toymið kom skjótt í samband við Bláa Kross í Grønlandi, og hevur samstarvað við tey síðani.
Grønlandstoymið gjørdi vart við støðuna fyri danska Bláa Krossi, ið tá ikki hevði gjørt nakað arbeiði í Grønlandi í áravís. Hetta hevði við sær, at danski Blái Krossur tey síðstu árini hevur lagt meira orku í arbeiðið. Umframt at seta og fíggja eitt starvsfólk, hava tey m.a. eisini fingið stuðul til vega til at gera ábøtur á gomul blákrosshús í Grønlandi. Talan er um húsini í Nuuk, Sisimiut, Illulissat, Maniitsoq, Aasiaat og Paamiut. Hesi húsini skulu eisini brúkast til áðurnevnda virksemi fyri børn.
Innsavnanin í fjør kom væl við
Nivé Heilmann, barna- og ungdómsráðgevi hjá grønlendska Bláa Krossi, takkar hjartaliga fyri stuðulin, sum kom inn í fjørð. Stuðulin var hart tiltrongdur og fór til tiltøk fyri børn og ung, sum vaksa upp í familjum við misnýtslu.
Tískil takkar Nivé eisini hjartaliga fyri allan stuðulin, sum kemur inn í ár, og sum fer til sama arbeiði.
Stuðla børnunum her: Landsinnsavnan 2017
Les nærri um arbeiði í Grønlandi her: Blái Krossur hjálpir børnum í Grønlandi