Forsíða

Landsinnsavnan 2017

Gev gávu  

Hetta er níggjunda árið á rað, at Blái Krossur Føroya skipar fyri landsinnsavnan, har pengarnir eru farnir til vælgerandi endamál. Høvið er at geva gávu her á síðuni, ella tá bússur verða bornar út í øll hús í landinum leygardagin 6. mai. Vit takka hjartaliga fyri alt, sum kemur inn.

 

Hvar fara pengarnir í ár?

Eins og í fjørð verða ein føroysk og ein grønlendsk verkætlan stuðlað.

Tann føroyska er “Øll hava rætt til góð barnaár“, sum er eitt tiltak fyri børn og ung, ið hava foreldur og familju við rústrupulleikum. Við serkønari hjálp og vegleiðing tosa tey í bólki saman um sínar upplivingar, kenslur og hugsanir við øðrum í líknandi støðu. Tiltakið hevur víst seg at vera til stóra hjálp.

Útlendska verkætlanin er í Grønlandi, har næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum, og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Hetta eru sera ræðandi tøl. Blái Krossur í Føroyum samstarvar tískil við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna.

Les meir um verkætlanina her: Hjálp børnum í Grønlandi og Blái Krossur hjálpir børnum í Grønlandi

 

Tørvur á bússuberarum

Vit hava tørv á nógvum sjálvbodnum bússuberarum kring alt landið, sum vilja nýta umleið tveir tímar leygardagin 6.mai. Um tú ert eldri enn 18 ár og ynskir at hjálpa við at ganga við bússu, so ert tú meira enn hjartaliga vælkomin at siga frá á:

 

Soleiðis kanst tú stuðla við peningi

  1. Á netinum: Gev eina gávu beinleiðis her á síðuni.
  2. Í bússu: Lat pengar í bússu, tá onkur bankar á dyrnar leygardagin 6. mai
  3. Send SMS: Skriva BK og send til 1910, so letur tú 100 kr.
    • Til ber at senda fleiri sms-boð
    • Vodafone og Føroya Tele taka einki ómaksgjald
  4. Flyt á konto:
    • Eik Banki:         9181 – 495.393.4
    • Bank Nordik:   6460 – 419.693.9
    • Norðoya Sp.:    9865 – 101.533.2
    • Suðuroyar Sp.: 9870 – 405.626.5

 

Vit takka hjartaliga fyri einhvørja hjálp og fyri allar gávur.

Landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroyar

Gev gávu til 'Landsinnsavnan 2017'

Tygum hava valt, at stulða við:


DKK
,00


Upplýsingarnir niðanfyri eru ikki kravdir