Gev eina jólagávu til Bláa Kross

Tú kanst vera við at stuðla Bláa Krossi Føroya, við at geva eina jólagávu til búðfólkini á Umsorganarheiminum og tilboðnum ‘Øll hava rætt til góð barnaár’.


TÚ KANST GEVA EINA JÓLAGÁVU HER! 


Ein jólagáva til búfólkini á Umsorganarheiminum

Endamálið við Umsorgarnarheiminum er at veita varandi bústað til tey, ið ikki sjálvi megna at fasthalda ein bústað. Starvsfólk eru um búfólkið, stuðla teimum, veita hjálp og umsorgan og tryggja teimum virðiligar liviumstøður og skipaðar umstøður.

Les meira um Umsorganarheimið her.

Ein jólagáva til ‘Øll hava rætt til góð barnaár’

Ongin eigur at vaksa upp við fullum foreldrum! Um børn og ung gera tað, skulu tey hava møguleika fyri at fáa hjálp!

“Øll hava rætt til góð barnaár” er eitt tilboð, ið hjálpir børnum og ungum, ið hava foreldur, sum hava ella hava havt rústrupulleikar.

Tín stuðul ger tað møguligt, at veita einstaklinga, familju og bólkasamrøður til tey, ið hava tørv á hesum.

Les meira um Øll hava rætt til góð barnaár her.