Forsíða

Umsorganarheimið

Endamálið við umsorgarnarheiminum er at veita varandi bústað til tey, ið ikki sjálvi megna at fasthalda ein bústað. Starvsfólk eru um búfólkið, stuðla teimum, veita hjálp og umsorgan og tryggja teimum virðuligar liviumstøður og skipaðar umstøður.

Pláss er fyri 8 búfólkum á Umsorgarnarheiminum, sum er ætlað sum varðandi bústaður.

Umsorganarheimið verður rikið sambært kunngerð nr. 51 frá 4. juni 2008. Upptøka til umsorganarheimið fer fram, við at ein sjálv/ur vendir sær til heimið ella við at Almannastovan vendir sær til heimið. Leiðarin á Umsorganarheimið tekur avgerð um upptøku.