630.000 krónur í landsinnsavnan
Tað eru tvær verkætlanir, ið verða stuðlaðar við landsinnsavnanini.
Onnur verkætlanin er føroysk og hevur heitið ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Hetta er fyribyrgjandi verkætlan, har vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Les meira um tiltakið her: “Øll hava rætt til góð barnaár”.
Hin verkætlanin hevur heitið ”Hjálp til børn og ung í Grønlandi”. Hetta er ein verkætlan at hjálpa børnum, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum. Samstarvað verður við Bláa Kross í Grønlandi og Bláa Kross í Danmark um verkætlanina. Les meira um tiltakið her: Hjálp til børn og ung í Grønlandi.
Blái Krossur takkar hjartaliga øllum teimum, ið stuðlaðu landsinnsavnanini.
Vit takka eisini hjartaliga øllum teimum næstan 400 bússuberarunum kring landið.
Meira um innsavnanina: Landsinnsavnan 7.mai