Landsinnsavnan 7. mai
Leygardagin 7. mai verður høvi hjá øllum at stuðla tveimum verkætlanum hjá Bláa Krossi, tá ið bússur verða bornar út í øll hús í landinum.
Hetta er áttanda árið á rað, at Blái Krossur Føroya skipar fyri landsinnsavnan. Vit takka hjartaliga fyri alt, sum kemur inn.
Hvar fara pengarnir?
Tvær verkætlanir verða stuðlaðar; ein føroysk og ein útlendsk.
Tann føroyska kallast fyri “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum er eitt tiltak fyri børn og ung, ið hava foreldur og familju við rústrupulleikum. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey í bólki saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar við øðrum í líknandi støðu. Tiltakið hevur víst seg at vera til stóra hjálp fyri fleiri. Les meira um tiltakið her: “Øll hava rætt til góð barnaár”.
Útlendska verkætlanin er í Grønlandi, har næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum, og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Blái Krossur í Føroyum samstarvar við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna. Les meira um tiltakið her: Hjálp til børn og ung í Grønlandi.
Brúk fyri bússuberarum
Vit hava tørv á nógvum sjálvbodnum bússuberarum kring alt landið (serliga í Havn), sum vilja nýta umleið tveir tímar leygardagin 7.mai. Um tú ynskir at hjálpa við at ganga við bússu, so ert tú meira enn hjartaliga vælkomin at siga frá á:
Telefon: 770700
Telduposti: blakross@blakross.fo
Facebook: www.facebook.com/blaikrossur
Soleiðis kanst tú stuðla við peningi
Í bússu:
– Lat pengar í bússu, tá onkur bankar á dyrnar leygardagin 7. mai
Send SMS:
– Send sms-boð til 1910 við boðnum BK , fyri at lata 100,-
– Til ber at senda fleiri sms-boð
– Vodafone og Føroya Tele taka einki ómaksgjald
Flyt á konto:
– Eik Banki: 9181 – 495.393.4
– Bank Nordik: 6460 – 419.693.9
– Norðoya Sp.: 9865 – 101.533.2
– Suðuroyar Sp.: 9870 – 405.626.5
Flyt á blakross.fo:
– Flyt á heimasíðuni blakross.fo
Vit takka hjartaliga fyri einhvørja hjálp og fyri einhvørja gávu.
Hoyr samrøðu um landsinnsavnanina: R7 Kringvarp, Eyssan