Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Hjálp til børn og ung í Grønlandi

Næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar.

Blái Krossur í Føroyum samstarvar tí við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna. Ein barna- og ungdómsráðgevi er settur í starv, sum ferðast runt í Grønlandi fyri at menna tað sjálvbodna arbeiðið, sum hjálpir hesum børnum og ungu. M.a. er ymiskt virksemi, túrar og legur á skránni.

Landsinnsavningin í ár fer m.a. til hetta arbeiðið.

Í seks summur á rað hevur Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini virkað í nakrar vikur í Nuuk. Toymið kom skjótt í samband við Bláa Kross í Grønlandi, og hevur samstarva við tey síðani.

Grønlandstoymið gjørdi vart við støðuna fyri danska Bláa Krossi, ið tá ikki hevði gjørt nakað arbeiði í Grønlandi í áravís. Hetta hevði við sær, at danski Blái Krossur tey síðstu árini hevur lagt meira orku í arbeiðið í Grønlandi. Umframt at seta og fíggja eitt starvsfólk, hava tey m.a. eisini fingið stuðul til vega til at gera ábøtur á gomul blákrosshús í Grønlandi. Talan er um húsini í Nuuk, Sisimiut, Illulissat, Maniitsoq, Aasiaat og Paamiut. Hesi húsini skulu eisini brúkast til áðurnevnda virksemi fyri børn.

 

Les alt um landsinnsavningina hjá Bláa Krossi her: blakross.fo

Tags: