Væleydnað landsstevna

Vikuskiftið 10.-11. mars skipaði Blái Krossur fyri landstevnu í Miðvági. Og hon eydnaðist væl.

Leygardagin var aðalfundur, kvøldseta og ungdómsmøti, og sunnudagin var sunnudagsskúli og møti (sí neyvu skránna).

 

Á aðalfundinum var talan m.a. um limagjaldsbroyting, Blákrossbúðin í Suðuroy, sum opnar sunnudagin, økta virksemi á fyribyrgingini o.a., sum vit hoyra meira um seinni.

Til kvøldsetuna møttu út við 50 fólk og hon eydnaðist sera væl.

Á ungdómsmøtinum hevði Lív Justinussen eitt upplegg um “Liv Lívið” og so var bjóðað til pitsu aftaná. 20 ungdómar møttu.

Sunnudagsskúlin eydnaðist sera væl, og tey áleið 70 børnini elskaðu “Øll hava rætt til góð barnaár”-ballónirnar, sum tey øll fingu við heim.

Møtið sunnukvøldið var næstan fullsett.