Landstevna 2018

Blái Krossur skipar í vikuskiftinum fyri landstevnu. Hesaferð í Miðvági.

 

Leygardagin 10. mars í bygdarhúsinum

Kl. 16.00 er aðalfundur:

  • Skrá sambært viðtøkunum

Kl. 19.30 er spennandi kvøldseta:

  • Tummas Jákup Thomsen, listamaður, hugleiðir
  • Alisa frá “Øll hava rætt til góð barnaár” og Lív frá “Liv Lívið” luttaka
  • Streingjakórið á Toftum syngur
  • Góður felagssangur

 

Sunnudagin 11. mars í missiónshúsinum

Kl. 14.00 er sunnudagsskúli:

  • Kristian Martin Petersen úr Fuglafirði luttekur
  • Børn úr Sørvági syngja
  • Ballónir og okkurt annað gott til børnini

Kl. 18.00 er blákrossmøti:

  • Salve Nattested luttekur við sangi
  • Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, greiðir frá DAT-ung viðgerðini

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!