Væleydnað kvøldseta á Tvøroyri

Mikukvøldið 11. apríl var kvøldseta á Seglloftinum á Tvøroyri, og hon eydnaðist sera væl.

Í sambandi við at Blákrossbúðin læt upp á Tvøroyri 15. mars, var ætlanini at hava eina kvøldsetu sama kvøld. Men vegna vánaligt veður, var hetta ikki møguligt, og tískil bleiv avgjørt, at hava eina kvøldsetu seinni.

 

Millum 60 -70 fólk møttu upp.

 

Bubu kom framvið og hevði eitt innslag fyri børn.

 

Eisini tey vaksnu vóru glað fyri hetta innslagið.

 

Aftaná greiddi Paula Strøm frá lívi sínum, sum fyrrverandi misnýtari

 

Dakko Petersen, aðalskrivari hevði eina stutta andakt

 

og menn av Tvøroyri sungu nakrar sagnir.

 

Blái Krossur vildi við hesum kvøldinum eisini vísa á arbeiðið hjá felagsskapinum.

 

Greitt var frá verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár sum er arbeiði málrætta til børn og ung, sum vaksa upp í heimum við rúsi, og
Lív lívið, sum er ungdómsarbeiðið, har vit m.a. hava verið til staðar á festivalum og stevnum, og har vit eisini hava lýst okkara arbeiði á sosialu miðlum.

Arbeiðið DAT-ung, sum er rúsviðgerð millum ung millum 15 og 18 ár bleiv eisini umtalað.

At enda varð í stuttum kunnað um aðrar greinar hjá Bláa Krossi.

 

Kvøldið gekk væl og Blái Krossur takkar fyri góða móttøku í Suðuroynni, og fyri eitt hugnaligt kvøld á Seglloftinum.