Útnorðurráðið setur fokus á rúsevni í Arktis
29. januar samdust Vestnordisk Råd og ICSRA (The Iceland Centre for Social Research and Analysis) um samarbeiðsætlan við verkætlanini “Fyribyrging av rúsevnisnýtslu millum ung í Arktis”
Rúsevnisnýtslan millum ungdómin er ein gjøgnumgangandi trupulleiki í tí norðurpólssamfelagnum. Tískil ætla Vestnordisk Råd og ICSRA at samarbeiða viðverkætlan, ið byggir á væleydnaða íslendska háttin, sum nú verður sett í verk víða um heimin.
Íslendski hátturin
Gjøgnum 20 ár er ungdómurin í Íslandi nevniliga farin frá at vera tey, sum drukku mest í Evropa til at drekka minst.
Myndugleikarnir fóru undir eitt miðvíst átak fyri at broyta støðuna, sum var bygt á gransking. M.a. eru lýsingar fyri rúsdrekka bannaðar, aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka er 20 ár og tað er bannað hjá ungum undir 16 ár at ganga úti um næturnar.
Í Íslandi skrivaðu foreldur eisini undir, at tey ikki skuldu geva børnunum rúsdrekka og ikki lata børnini sleppa at halda veitslur, uttan at vaksin vóru til staðar, og royndirnar vísa, at børn og ung, sum eru nógv saman við foreldrunum, eru í minni vanda fyri at fara at drekka rúsdrekka, enn onnur eru.
– Fáa vit viðhald frá einum limalandi í Arktisk Råd, so kunnu vit innan tvey ár veita vitan um rúsevnisnýtslu og trivna millum ungdómin í norðurpólsøkinum. Hetta eydnast einans við samarbeiði við ISCRA, og tískil eri eg eydnusamur um samarbeiðsætlanina, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Vestnordisk Råd.
ISCRA er somuleiðis fegið um samarbeiðið:
– Vit hava nógvar royndir víða um heimin innan evnið, men vit hava enn ikki arbeitt í norðurpólsøkinum. Vit vóna at úrslitini kunnu nýtast til eina jaliga samfelagsmenning, sigur Jón Sigfússon, stjóri í ICSRA.
Av vp.fo: Útnorðurráðið setur fokus á rúsevni í Arktis
Um íslendska háttin á in.fo: Ungfólk skulu forbjóðast at ganga úti um náttina