Løgtingið: Ungdómur og Rúsdrekka

Í dag hevur løgtingið havt aðalorðaskifti um rúsdrekka og rúsevnapolitikkin í framtíðini

Katrin Kallsberg, løgtingskvinna í Tjóðveldi, setti spurning við, um tað er rætt at Rúsan selur Tonik (sodavatn við beiskum smakki) at blanda drykkir við. Hon vildi hava at vita frá Poul Michelsen, sum umsitur Rúsuna í landstýrinum, um hann tekur undir við hesum. Soleiðis skrivar in.fo.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, segði seg hava ómetaliga ilt av at Rúsan selur blandað rúsdrekka, sum er klárt at drekka, og heldur hetta vera skaðiligt. Hann sigur, at tað er ein lúnskur máti at lúra seg inn á fólk og er ætlað teimum heilt ungu, so at tey kunnu læra seg at drekka rúsdrekka, sum er lætt at drekka. Stendur tað til hansara, verða treytir settar Rúsuni á hasum øki.

 

Katrin heldur at íslendingar eru ein góð fyrimynd fyri, hvussu vit kunnu fáa ung at halda seg frá brennivíni, tí ígjøgnum 20 ár er ungdómurin í Íslandi farin frá at vera tey, sum drukku mest í Evropa til at drekka minst.

Myndugleikarnir fóru nevniliga undir eitt miðvíst átak fyri at broyta støðuna, sum var bygt á gransking. M.a. eru lýsingar fyri rúsdrekka bannaðar, aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka er 20 ár og tað er bannað hjá ungum undir 16 ár at ganga úti um næturnar.

Djóni Nolsøe Joensen, námsfrøðingur og løgtingsmaður í Javnaðarflokkinum, sigur okkum hava skyldu at boða frá, um vit síggja børn, sum eru ávirkað av rúsdrekka. Hann dugir ikki at síggja nakað galið í, at vit seta eitt mark á hesum øki fyri at verja tey, tí tey eiga ikki at ganga úti um næturnar.

 

Í Íslandi skrivaðu foreldur eisini undir, at tey ikki skuldu geva børnunum rúsdrekka og ikki lata børnini sleppa at halda veitslur, uttan at vaksin vóru til staðar, og royndirnar vísa, at børn og ung, sum eru nógv saman við foreldrunum, eru í minni vanda fyri at fara at drekka rúsdrekka, enn onnur eru.

 

 

Les uppruna greinirnar á In.fo:
Hví skal Rúsan selja sodavatn at blanda við?
Hesar vørurnar í Rúsuni eru ómetaligar skaðiligar
Ungfólk skulu forbjóðast at ganga úti um náttina