Stuðulskonsert og landsinnsavnan

12. mai verður stór konsert í Løkshøll í samband við árligu landsinnsavningina hjá Bláa Krossi Føroya.

Fleiri spennandi tónleikanøvn koma at framføra, og hesi verða avdúkað so hvørt á heimasíðu og Facebooksíðu okkara. Spennandi innsløg vera eisini á skránni.

Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiðið millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár og Liv Lívið, ið hava sera nógv at gera!

Kom og stuðla sera gevandi og innihaldsríkum arbeiði.
Meir kunning kemur heilt skjótt.

 

Konsertin verður í Løkshøll 12. mai kl.20.00 og kostar 310,-

KEYP ATGONGUMERKI HER