Stuðulskonsert í Elduvíkar kirkju

Sunnudagin 10. juni kl.17.00 verður stuðulskonsert í Elduvíkar kirkju, við ongum minni enn Halli Joensen.

12. mai var árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya, tá bússur vórðu bornar í hvørt heim í Føroyum, og sum nakað nýtt var eisini ein stuðulskonsert í Løkshøll sama kvøldið.

Nú verður so ein stuðulskonsert við ongum minni enn countrykonginum Halli Joensen í Elduvíkar kirkju.

 

Møguleiki verður at lata eina gávu, sum fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár og Liv Lívið, ið hava sera nógv at gera!

Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa børnum og ungum í Føroyum, sum hava foreldur við rústrupulleikum. Harafturat hevur fyribyrgjandi arbeiði millum ungdómin stóran týdning fyri at forða fyri, at hesi fáa trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum. Vit náða als ikki øll børn og allan ungdóm, ið bíða eftir hjálp, og tørva tí góðan stuðul til arbeiðið.

Tað er Visit Runavík, sum skipar fyri konsertini.

 

Kom og stuðla sera gevandi og innihaldsríkum arbeiði, og fá eitt upplivilsi við á vegnum

í Elduvíkar kirkju 10. juni kl.17.00

 

 

Sí hendingina á Facebook

Les meira um Landinnsavnanina