Sera væleydnað konsert

Um 90 fólk leitaðu sær til Elduvíkar kirkju henda fagra sunnudag á konsert hjá Halli Joensen.

 

 

Countrykongurin sjálvur sang og spældi gittara. Við sær hevði hann Jessicu Hallursdóttir við sangi, Bedda Hansen við sangi og el-gittara og Paula Magnussen á bassinum.

Hallur var í essinum og var sera fegin um at spæla til konsertina, tí arbeiði, sum stuðulin fer til, liggur honum tætt at hjarta.

 

 

Dakko greiddi frá blákrossarbeiðinum og um hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða fyribyrgjandi.

Eisini vóru nakrir felagssangir, har Dakko sjálvur sang fyri.

 

 

Alt í alt eydnaðist stuðulskonsertin sera væl, og vit takka hjartaliga fyri tær 9.358,- sum komu inn!

 

Stuðulin fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár og Liv Lívið, ið hava sera nógv at gera!

Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa børnum og ungum í Føroyum, sum hava foreldur við rústrupulleikum. Harafturat hevur fyribyrgjandi arbeiði millum ungdómin stóran týdning fyri at forða fyri, at hesi fáa trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum. Vit náða als ikki øll børn og allan ungdóm, ið bíða eftir hjálp, og tørva tí góðan stuðul til arbeiðið.