Rúsfríar drykkir til jólaborðhaldi
Jólaborðhaldini, ið fylgja hesi høgtíð eru góð høvir til føroyingar at geva familju, kenningum ella arbeiðsfelagunum eitt rúsfrítt alternativ á haldunum. Blái Krossur hevur lýst við teimum rúsfríum drykkum, ið kunnu vera við til at økja um vælmøguleikarnar hjá teimum, ið ikki ynskja at drekka.
Góðar alkoholfríar møguleikar til tey, sum ikki ynskja at drekka
Til borðhald er vanliga vatn ella sodavatn tøkt til tey, ið ikki ynskja rúsdrykkir. Her hevur man m.a. møguleika at víðka um valmøguleikan við rúsfría ‘Brúsani passion‘ frá Brúdleyp.fo ella ‘heilt appilsinfríur‘ frá Ráði Fyri Ferðslutrygd, ið er gjørdur í samstarvi við Bláa Kross Føroya.
Annars eru her tvey góð ráð til øll, ið fara á jólaborðhald
-Ikki plága tey, ið takka nei til alkohol.
Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar. Ein hevur bil, er heilsusinnaður, vegna trúgv ella sum heild, er ikki áhugaður at drekka alkohol. Hóast orsøkina, so má orsøkin hjá viðkomandi virðast.
-Vera tilvitaður um hvussu eins alkoholnýtsla ávirkar tey rundanum ein.
Ynskið er, at tað skal vera rúm fyri øllum. Hóast tað, er ikki altíð so. Av tí at tey ikki ynskja at fella útum sosiala felagsskapin, velja summi at fara fyrr ella møta tey ongantíð til tiltakið, tí tey ikki ynskja at vera uttanfyri sosiala felagsskapin.
Børn uppliva, at foreldur broytast tá tey eru ávirkaði av alkohol
Børn kunnu uppliva tað ógvusligt, tá foreldur ella onnur sum standa teimum nær, ikki uppføra seg sum tey plaga. Ikki einans tá ein blívur illur og harligur, men eisini at ein kann vera glaðari enn vanligt.
Hetta vóru evnini í samrøðuni á Góðan Morgun Føroyar fríggjadagin 6. desember.
Lív Justinussen, samskipari á fyribyrgingardeildini, og Beinta Atladóttir Sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini, vóru umboð fyri Bláa Kross Føroya.
Hoyr samrøðuna frá ‘Góðan Morgun Føroyar’ her