Uppskrift til Brúsandi passion – ein rúsfríur vælkomudrykkur
Tú hevur nú møguleikan at bjóða og njóta ein spildur nýggjan, leskiligan og alkoholfrían vælkomstdrykk í brúdleypinum.
Brúdleyp.fo hevur útgivið eina nýggja uppskrift til vælkomstdrykk, sum í høvuðsheitinum er alkoholfríur. Hetta skapar eitt nýtt alternativ til tey, sum ikki ynskja at drekka alkohol.
Sí uppskriftina omanfyri:
Vælkomudrykkur – brúsandi passion
Tilfar
½ litur av Lime frá Føroya Bjór
825 ml av Ginger Ale (3 fløskur) frá Føroya Bjór
½ litur av passiónsfruktadjúsi
1 vistfrøðilig appilsin í smáum bitum
2 passiónsfruktir
1 kloyvd vaniljustong
1 ssk av rørsukri
4 kanelstengur
3 stjørnuanis
Soleiðis gert tú
Kloyv vaniljustongina og skava kornini úr – blnada vaniljukorn við rørsukur og blanda nú hetta við restina av tilfarinum í einari stórar skál. Set kalt í minsta lagi í fýra tímar, so jólakryddi gevur brúsandi jóladrykkinum smakk.
Stoyt drykkin gjøgnum eina sílu áðrenn servering.
Borðreið við passionsfrukt, smáum pettum av vaniljustong, ribs ella appelsin bitum.
So nógv verður vanliga drukkið til veitslur
Tá jólafrokostar og brúdleyp eru, kann vera trupult at vita hvussu nógv verður drukkið av sodavatni, øl og cider.
Vanliga siga vit tað eru tríggjar øl per høvd.