“Øll hava rætt til góð barnaár” móttók stóra gávu í dag
“Øll hava rætt til góð barnaár” móttók í dag stuðul á 25.000 kr frá Suðuroyar Sparikassa
Í samband við at deildin hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn er farin í nýggj høli, var almenn móttøka í dag, har gáva varð latin til “Øll hava rætt til góð barnaár“.
Stuðulin er kærkomin og hevur stóran týdning fyri arbeiðið at hjálpa børnum og ungum, sum vaksa upp í familju við rúsdrekkatrupulleikum.
Blái Krossur takkar Suðuroyar Sparikassa hjartaliga fyri stuðulin.
Les meir um Øll hava rætt til góð barnaár