Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

“Øll hava rætt til góð barnaár” í Credo

Tað er ein mannarættur, at hava rætt og krav til ein tryggan barndóm.

At tað eru vaksin, sum elska tey. At tey vaksnu eru álítandi. At tey eru tað, tey siga tey eru. At tað sum er galdandi í dag eisini er galdandi í morgin. At barnið hevur fjálg minni, sum tað kann minnast aftur á og siga, at “á jólum plagdu vit…” ella “tá vit hava summarferiu, so plaga vit…”. At einki barn skal hava fyri neyðini at peila seg inn á, hvussu hýrurin eri hjá mammu ella pápa, og einki barn skal áleggjast skyldur og uppgávur, sum eitt barn ikki eigur ella skal gera.

Eitt barn má hava ein vaksnan rundanum seg, sum sær barnið, og sum sær tørvin hjá barninum. Men er ein mamma ella ein pápi fullur og ávirkaður, so skeiklar tað alt og øll, tí við eitt eru foreldrini øðrvísi. Tey broytast frammanfyri barninum, og eru ikki før fyri at ansa og vara um barnið. So má barnið sjálvt sum fragast klára seg, og ofta taka ábyrgd og ansa ávirkaðum foreldrum.

Fokus verður flutt, tí við eitt verður barnið einsamalt við einum fullum foreldri, sum ikki sýnir rættan atburð ella ábyrgd. Hetta ger, at barnið fer at royna at loysa stríð og ósemjur hjá tí vaksna, tí at barnið og øll børn vilja liva í friði og semju. So tað er nokk at gera hjá barninum, at royna at fáa alt í rættlag aftur, til so aftur er galið.

Og soleiðis gongur barnið dag út og dag inn við ampa og ótta, og samstundis átekur barnið eina skuld og gloymir heilt síni egnu mørk. Og hetta dagar so undan aftur, tá barnið er vaksið.

 

Hoyr sendingina

Armgarð Arge tosar við norska sálarfrøðingin Frid A. Hansen um, at varpa ljós á børnini, sum vaksa upp í einum heimi við rústrupulleikum, og Alisa Hammer, fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari í “Øll hava rætt til góð barnaár”, greiðir frá átakinum í Bláa Krossi.

Hoyr alla sendingina: Credo: Øll hava rætt til góð barnaár

STUÐLA ÁTAKINUM “ØLL HAVA RÆTT TIL GÓÐ BARNAÁR”

Tags: