“Øll hava rætt til góð barnaár” fingið egna Facebooksíðu
Nú hevur átakið “Øll hava rætt til góð barnaár” fingið egna Facebooksíðu til arbeiðið fyri, at tabuevnið, um at vera barn ella avvarðandi hjá rúsmisnýtarum, verður brotið.
Á síðuni verður kunning um komandi tiltøk, komandi bólkar o.a., sum hevur við átakið at gera og ymiskt viðkomandi tilfar, filmsbrot og sjónvarpssendingar vera lagdar út.
Eisini verður tilfar ætlað vaksnum, sum kunnu gera mun í lívinum hjá hesum børnum og ungdómi, s.s. námsfrøðingar, lærarar, grannar, familja o.s.fr..
Far á Facebooksíðuna: www.facebook.com/Øll-hava-rætt-til-góð-barnaár
Sí meira um átakið “Øll hava rætt til góð barnaár”: www.blakross.fo