“Øll hava rætt til góð barnaár” byrjar skjótt
Ungdómur og børn, ið vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka er ella hevur verið til ampa fyri trivnaðin, skulu verða hoyrd og sædd og fáa tilboð um hjálp.
Blái Krossur Føroya ynskir at skapa eitt umhvørvi, har hesi yvirnevndu – í tryggum umhvørvi – kunnu vera tey, tey eru, og har tey hava møguleika at møta øðrum, sum stríðast við somu trupulleikum. Tí er átakið “Øll hava rætt til góð barnaár” sett í verk, og byrjar nú um mánaðarskiftið. Faldari um hetta er borin út um alt landið.
Møtast í bólkum
Bólkarnir verða í fyrstu atløgu skipaðir fyri fólkaskúla- og miðnámsaldrinum, har bólkarnir hvør í sínum lagi arbeiða við avbjóðingum, tey uppliva í sínum gerandisdegi. Bólkarnir verða settir saman eftir aldri, soleiðis at tey, sum vera við í bólkinum, eru um sama aldur.
Átakið byrjar um mánaðarskiftið, og bólkarnir møtast aðru hvørja viku í umleið tveir tímar.
Melda teg til
Hevur tú ella ein, tú kennir, hug at vera við, ella ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við bólkaleiðararnar:
Teldupostur: bolkar@blakross.fo
Tlf: 770709
Sí nýggja faldaran her: Faldari: Øll hava rætt til góð barnaár
Sí meira um evnið: Um: Øll hava rætt til góð barnaár