Nýggir bólkar í “Øll hava rætt til góð barnaár” í septembur

Nýggir bólkar í “Øll hava rætt til góð barnaár” byrja aftur í septembur.

 

– Er tú ofta stúrin um mammu ella pápa tín?

– Kennir tú teg einsamalla/n – eisini tá tú er saman við øðrum?

– Dugir tú væl at lata sum um, at alt er í lagi, sjálvt um tú kanska ert kedd/ur?

– Kennir tú teg ofta øðrvísi – sum at ongin skilur teg?

– Upplivir tú, at tað er trupult heima, og at tú ikki hevur hug at bjóða vinum heim at vitja teg tí, at umstøðurnar heima eru truplar?

 

Nógv børn og ung, sum hava foreldur ella familju við rústrupulleikum, siga seg hava tað soleiðis, og at tey kenna seg einsamøll. Kundi tú hugsað tær at møtt øðrum, sum eru í líknandi støðu?

 

Bólkarnir

Bólkarnir møtast aðru hvørja viku í tveir tímar.

Bólkarnir eru ætlaðir børnum og ungum í fólkaskúla til og við miðnámsaldri, og eru settir saman soleiðis at børnini/tey ungu, eru í sama aldri.

Hevur tú hug at koma í bólk, ella kennir tú onkran, sum kanska hevur hug, ella vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

Facebook-boð: Øll hava rætt til góð barnaár

Teldupost: bolkar@blakross.fo

Telefon: 770709

 

 

Les meira um Øll hava rætt til góð barnaár