Ver bússuberi í Havnini

Hjálp børnunum við at ganga við bússu.

Størsta avbjóðingin er at fáa nóg mikið av fólki at ganga í Havn, Hoyvík og Argjum, so vit náa runt allan høvuðsstaðin 6. mai.

Tað eru umleið 60 rutur í Havn, og tí hava vit brúk fyri minst 60 fólkum, fyri at náa allan høvuðsstaðin, og vilja vit tí innarliga heita á fólk, um at bjóða seg fram at ganga. Einasta krav er, at tú ert 18 ár ella eldri.

 

Kom við

Vilt tú vera við, so møt í Meinigheitshúsinum 6. mai kl.12.00, ella boða Bláa Krossi frá á:
Telefon: 770700
Telduposti: blakross@blakross.fo
Facebook: Blái Krossur Føroya

 

Vit takka hjartaliga fyri einhvørja hjálp

 

Les meira um innsavnanina her: Landsinnsavnan 2017