“Liv Lívið” væleydnað!

Í fjørð var mett at eini 700 fólk vóru framvið og vitjaðu bingjuna á G!, og í ár var væl meira at gera.

– Hósdagin skundaðu vit okkum at keypa sólkrem og aftersun og tað vóru rættuliga nógv fólk, ið fingu tørv á tí, sigur Lív Justinussen, samskipari á fyribyrgingardeildini og fyri tiltakinum “Liv Lívið” hjá Bláa Krossi.

 

 

Fríggjanáttina regnaði illa, og tá var eisini nógv at gera.

– Vit góvu nógv klæðir út, tí fólk vóru so rennvát, at mann kundi vinda úr klæðunum. Nøkur ballaðu vit inn í fleiri teppir og fingu suppu og annað heitt í tey, tí tey vóru so niðurkøld. So sótu tey hjá okkum og bíðaðu eftir foreldrum og øðrum, sigur Lív.

 

Bingjan hevði opið 16.00-04.00, men tey valdu at hava opið til 05.30, so fólkini høvdu eitt turt stað at bíða í.

– Teltini blivu við at fara og fólk vóru so køld.

 

Tað næsta á skránni hjá “Liv Lívið” er ólavsøkan, har tey aftur fara at bjóða kaffi, te, køku og hugnaligan hýr á rúsfríum øki.

Les meira um, hvat er á skránni í bingjuni: Liv Lívið aftur

 

Hanna Ólavsdóttir Jacobsen eigur myndirnar herundir.