Liv Lívið aftur á G!

“Liv Lívið” bingjan er aftur at hitta á G! í ár, og hon er væl móttikin.

Vælumtókta bingjan er eitt rúsfrítt øki, har øll eru vælkomin at fáa sær frítt kaffi, te, vatn frá Kirvi, køkur, knekkibreyð, hita seg, løða telefonina, fáa sær vælumtóktu eingangs “Liv Lívið” tatoveringina og annars hugna sær við práti, sangi ella bara at slappa av.

Hjartastartari er til staðar, og har er altíð onkur á vakt, sum hevur 1. hjálparskeið. Eisini eru plástur, oyraproppar, tictac/tyggigum (um onkur spýr) og so okkurt heitt eyka, og turr og heit klæðir til tey, ið koma illa fyri og gerast ov køld.

Mikudagin var dystur vístur í bingjuni, og eftir ætlan verður dysturin leygardagin eisini vístur, tá Belgia og England spæla um triðja plássið í VM.

 

“Liv Lívið” bingjan stendur við teltplássið á G! og hevur opið mikudag-leygardag frá kl. 16.00-04.00.

ØLL eru hjartaliga vælkomin!

 

 

Fylg við tiltakinum á Facebook-síðuni hjá Liv Lívið

Vitja heimasíðuna Liv lívið fyri ung
Vitja heimasíðuna Liv lívið fyri foreldur