770 700

Landsinnsavnan 2022

Stuðla og ver við í lutakastinum um m.a. ein bil

Tú kanst gera mun og hjálpa okkum at hjálpa teimum, ið tørva hjálp. Pengarnir í ár fara m.a. til fyribyrgjandi arbeiði millum børn, ung og familjur í Føroyum.

Fyri hvørjar 150 kr, tú stuðlar við, fært tú ein lutaseðil til lutakastið um ein bil og aðrar góðar vinningar. Stuðlar tú við kr. 300,- ella kr. 450,- hevur tú sostatt størri møguleika at vinna.

{{title}}

Vel upphædd

{{amount}} kr
  • {{err}}
Stuðla við {{payment.amount}} kr

{{title}}

Upplýsingar um teg

Skriva tínar upplýsingar her fyri at vera við í lutakastinum um bilin og aðrar vinningar tann 1. oktober.

Eg góðtaki keypstreytirnar
  • {{err}}
{{toPaymentButtonText}}
Tú verður beind(ur) til keypsrútin hjá QuickPay

Hetta gekk ikki sum ætlað

Vinarliga royn aftur, ella set teg í samband við Bláa Kross Føroya

Royn aftur

Takk fyri tín stuðul

Blái Krossur Føroya takkar tær fyri stuðul.

Takk sjálvi

Stuðla umvegis telefon

Ring á tlf. 90 56 10 – so letur tú kr. 150,- og ert við í kappingini at vinna ein bil og aðrar góðar vinningar (riggar bara, tá tú hevur pengar á telefon-haldinum). Tað ber til at ringja fleiri ferðir, og gevur hetta størri møguleika at vinna.

Telefonlinjan er opin til beinleiðis sendingin byrjar kl. 19.00 tann 1. oktober.

Stuðla umvegis bankaflyting

Tú kanst flyta eina gávu á eitt av kontonummurunum niðanfyri. Stuðlar tú við kr. 150,- ert tú við í lutakastinum um at vinna ein bil og aðrar vinningar. Stuðlar tú við kr. 300,- ella kr. 450,- verður tú skrásettur ávikavist 2 og 3 ferðir og hevur harvið størri møguleika at vinna.

Betri Banki

9181 – 222.777.2

Norðoya Sparikassi

9865 – 770.700.7

Bank Nordik

6460 – 627.585.2

Suðuroyar Sparikassi

9870 – 305.622.9

Fyritøkur

Fyritøkur kunnu flyta gávur á konto omanfyri ella við at trýsta niðanfyri at játta ein stuðul, ið verður avgreiddur seinni. Undir sendingini kunnu fyritøkur eisini ringja á stuðulslinjuna á tlf. 633 633 at játta eina gávu. Navn og upphædd á gávum frá fyritøkum kemur fram á sjónvarpsskíggjan undir sendingini.

Vinningar

Tá tú stuðlar Landsinnsavnani 2022, ert tú við í lutakastinum um ein bil og fleiri aðrar góðar vinningar. Tú ert við í kappingini um tú stuðlar við kr. 150,- við bankaflyting, stuðulsmøguleikan ovast her á síðuni ella við at ringja á tel 90 56 10. Stuðlar tú við kr. 300,-, kr. 450,- o.s.fr. verður tú skrásettur 2, 3 ella fleiri ferðir og hevur harvið størri møguleika at vinna.

Vinnarar verða funnir við endan av sendingini í KVF leygarkvøldið 1. oktober kl. 19:00.

Høvuðsvinningurin er ein Kia Ceed

Aðrir vinningar

Gávukort frá Bónus at brúka í handlum kring landið

Virði 20.000 kr

Gávukort frá Smyril Line

Virði 10.000 kr

Gisting í 3 nætur í Múlafossur smáttunum í Gásadali

Virði 5000 kr

Sálarró vælverupakki fyri 2

Við gisting eina nátt á Hotel Føroyum, frukt, sjokulátu og onkrum leskandi á kamarinum við komu, matskrá við 7 rættum og sálarrómýking

Virði 3.895 kr

Hvat fara pengarnir til?

Pengarnir frá Landsinnsavnanini í ár fara til fyribyrgjandi arbeiði millum børn, ung og familjur í Føroyum. Sendingin í KVF 1. oktober kl. 19:00 kemur eisini at varpa ljós á ofta fjaldu trupulleikarnar, ið raka nógv børn, ung og familjur í Føroyum.

Liv Lívið

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, við fokus á rúsnýtsluni hjá ungum. Endamálið er at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsakað av rúsdrekka/-evnum, og at minka um trýstið til at rúsa seg, sum nógv ung kenna.

– Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur, og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug, sigur Lív Brúsá, samskipari. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.

Liv Lívið hevur eina bingju og eina rúsfría barr, sum er eitt væl vitjað rúsfrítt øki á m.a. festivalum og stevnum. Harumframt verður undirvíst á skúlum og millum ung, har fokus er á lívsmeistran uttan rús.

Títt rúm

Í familjum, har eitt foreldur er rúsbundið, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna. Tað er rúsurin, sum tekur uppmerksemið og orkuna í familjuni. Ein barndómur við foreldrum, sum drekka ov nógv, kann fyri mong hava avleiðingar – eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað teg. Títt Rúm er staðið til júst hetta.

Tað verður mett, at eini 1200 børn í Føroyum í dag vaksa upp í heimi við rústrupulleikum. Títt Rúm er eitt ókeypis tilboð til børn, ung og vaksin í aldrinum 0-35 ár og til familjur teirra, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsanin fyllir – ella hevur fylt – ov nógv í familjuni.

– Nógv ung hugsa, at “tað sikkurt er verri hjá onkrum øðrum”, og og hava tí ringt við at søkja sær hjálp, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari. Vit arbeiða tó eftir tí fatan, at um tú upplivir støðuna trupla, so er støðan trupul. Um tú følir, at rúsnýtslan hjá einum ella báðum tínum foreldrum ella systkjum ávirkar teg á ein neiligan hátt, so kanst tú fáa hjálp frá okkum.

Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:

  • Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
  • Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
  • Genta 12 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”

Fyribyrging

Fyribyrgingardeildin bjóðar millum annað ráðgeving til ung, familjur, fakfólk og onnur. Eisini verður undirvíst á skúlum, stovnum, arbeiðsplássum, samkomum, ungdómshúsum, legum og aðrastaðni.

Ráðgevingin fevnir millum annað um rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrging og onnur evnir, so sum sjálvsálit, sjálvsvirði, bólkatrýst, læran um at seta mørk, og hvussu tað kann vera fyri eitt  barn, at vaksa upp í einum heimi, har rúsur er ein trupulleiki.

Ofta settir spurningar

Hvussu kann eg stuðla?

Tú kanst stuðla uppá fleiri mátar:

  1. Ring á tlf. 90 56 10 – so stuðlar tú við kr. 150,-. Hesin møguleikin er opin fram til sendingin byrjar leygarkvøldið 1. oktober kl. 19.00.
  2. Stuðla við gjaldskorti ovast á hesi síðuni.
  3. Flyt á konto í peningastovni. Kontonummurini síggjast ovaliga á hesi síðuni. Legg til merkis, at fyri at vera við í kappingini, skulu pengarnir vera komnir inn á konto hjá Bláa Krossi undir sendingini. Pengarnir verða fluttir beinanvegin, um tú flytir á konto í sama peningastovni, sum tú brúkar.

Við hesum ert tú eisini við í lutakastinum um ein bil og aðrar vinningar.

Nær er innsavnanin?

Landsinnsavnanin koyrur allan septembur mánað og fram til 1. oktobur, tá eitt endabrak verður beineiðis í Kringvarp Føroya kl. 19:00. Her finna vit eisini vinnarar av øllum vinningunum.

Hvussu kunnu fyritøkur stuðla?

Fyritøkur kunnu flyta eina gávu á konto hjá Bláa Krossi í Betri Banka 9181-495.393.4.

Møguleiki verður eisini undir sendingini 1. okt. at ringja inn á okkara stuðulslinju á tlf. 633 633 at boða frá, um ein fyritøka ynskir at stuðla. So verða pengarnir avroknaðir aftaná sendingina.

Fyri gávur upp til 50.000 kr fáa tit navn og upphædd fram á skíggjan til sendingina 1. oktober.

Fyri gávur upp til 250.000 kr kunnu tit fáa navn og búmerki fram á skíggjan (búmerki skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 27. sep.).

Ynskir fyritøkan at vera dulnevnd, mugu tit siga okkum frá hesum.

Hvørjar treytir eru fyri at vera við í lutakastinum?

Ein lutaseðil verður latin fyri hvørjar 150 kr, ið ein letur til Landsinnsavnanina.

  • Gávur undir 150 kr eru sostatt ikki við í lutakastinum um vinningarnar.
  • Ein gáva á 250 kr telur sum ein lutaseðil (skal vera 300 fyri at telja sum tveir)

Kappingin er í gongd fram til leygarkvøldið 1. oktober kl. 20:45. Tá verður farið í holt við at trekkja vinnarar.

Lutakastið er fyri gávur, ið eru fluttar umvegis:

  1. Netflyting á Blakross.fo
  2. Telefon við at ringja á tlf 90 56 10
  3. Bankaflyting til hesar kontur:
    • 9181-222.777.2
    • 6460-627.585.2
    • 9865-770.700.7
    • 9870-305.622.9

Kappingin er bert galdandi fyri gávur frá privat-persónum.

Eitt loft er sett á 15.000 kr. (100 lutaseðlar) fyri hvussu nógvar lutaseðlar, ein privatpersónur kann fáa í lutakastinum. Hetta fyri at javna kappingina út, so størri privat-gávur ikki fáa alt ov stóran fyrimun fram um miðal-gevaran.