Landsinnsavnan 2019

Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum ‘Øll hava rætt til góð barnaár‘ og ‘Liv Lívið’.

Øll hava rætt til góð barnaár

Hetta er fyribyrgjandi verkætlan, har vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.

Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”

Liv Lívið

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum fokuserar á at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsaka av rúsdrekka-/evnum og /ella gerast bundin at rúsinum. Eisini arbeiða vit við, at minka um trýstið, ið ungdómur merkir, at smakka sær á.

 

Tú kanst stuðla á fimm ymsar mátar:

1. FLYT PENING VIÐ GJALDSKORTI

Tú kanst flyta pening ígjøgnum heimasíðuna hjá okkum. Vit hava eina trygga stuðulskipan har tú kanst nýta títt gjaldskort á síðuni hjá okkum. Ovaligu til høgru á síðuni tú verður beindur til, um tú trýstur á hesa leinkjuna, ber til at stuðla. Tú kanst velja eina longu ásetta upphædd ella sjálvur seta eina upphædd.

2. LATA PENING Í BÚSSUNA

Leygardagin 11. mai fara fólk at ganga við bússum runt alt landið. Ein møguleiki at stuðla arbeiðnum er við at lata pengar í bússuna, tá ið onkur bankar á dyrnar leygardagin 11. mai.

3. SEND SMS
Til 1910 við boðunum BK, og tú letur 100 kr. Til ber eisini at senda fleiri sms-boð
– Vodafone og Føroya Tele taka einki ómaksgjald.

4. FLYT GÁVU á konto:
Betri Banki 9181-495.393.4
Bank Nordik 6460-419.693.9
Norðoya Sp. 9865-101.533.2
Suðuroyar Sp. 9870-405.626.5

5. KOM Á STUÐULSKONSERT
Stuðulskonsert í Løkshøll sunnukvøldið 12.mai kl.19.00